Skip to main content

Nem løgd fram í Námi

28.09.2021

Í dag varð Nem røðin løgd fram í Námi, nú tólv bøkur eru komnar og røðin er fullfíggjað.

Bøkurnar og tilfarið er til miðdeild í føroyskum.

Bókarøðin er týdd úr danska tilfarinum Plot, og lagað til føroysk viðurskifti. 

Til Nem-heildina er næmingabók, ibók, mállærubók og læraravegleiðing. 

Gunnvá Dam hevur týtt og lagað tilfarið til føroyskt brúk, og Hannis Egholm hevur umbrotið. 

 

Móðurmálstilfar við reyðum tráði

- Nú er stuttligt at vera næmingur í føroyskum í miðdeild. Tað er ein góð kensla, at føroyskir næmingar í miðdeild endiliga hava fingið føroyskt móðurmálstilfar, og ikki bara lesibøkur, sigur Marjun Ziskason, sum saman við Gunvá Magnussen hevur rítstjórnað rúgvusmikla tilfarið.

- Eg vildi ynskt, at eg hevði hetta tilfarið, tá ið eg var næmingur í 3.-6. flokki. Lesing og skriving gongur hond í hond, og nógvar spennandi listaligar uppgávur eru í Nem bókunum, sigur Gunvá, nú allar tólv bøkurnar eru lidnar.

- Plot bleiv valt í 2013. Avgerðin um at velja Plot bleiv tikin, tí at hildið var, at tilfarið var væl egnað at týða og tillaga, og ein talgildur pallur fylgdi við. Harafturat er tilfarið væl skipað við einum týðiligum reyðum tráði og væl gjøgnum arbeitt, siga tær báðar, Marjun og Gunvá í Námi.

Rannsóknararbeiði í fongsilskjallaranum

Gunvá og Marjun hava verið í pengaboksini hjá Bank Nordik, sum er í kjallaranum í nýggju politistøðini, at finna listaverkið, ”Regin Smiður ”, eftir William Heinesen, tí tær vildu brúka tað í fyrstu bókini, sum er Nem í triðja.

- Vit hava eisini tosað við Arnold Vegghamar, at finna eitt heilt serstakt verk, ”Hagi” frá 2005, sum tað vísti seg, at ein privatmaður í Havn átti. Har hava vit so avmyndað málningin og sett hann í Nem í bókina til fjórða flokk, siga tær báðar.

 

Nógv sløg av tekstum

Nærum allar stuttsøgurnar eru nýskrivaðar til Nem-heildina, sum eisini er myndprýdd av føroyskum listafólkum.

Í bókunum eru nógv sløg av tekstum og fleiri nýggjar avbjóðingar eru til næmingarnar í málbólkinum.

- Tey átta árini, vit hava arbeitt við tilfarinum til allar bøkurnar, hava vit eisini fingið jaligar afturmeldingar um tilfarið í bókunum, sum longu eru komnar út, siga Marjun og Gunvá, og blaða upp í nýggjastu bókini, sum byrjar við málninginum ”Sjálvsmynd” hjá Ruth Smith frá 1955. 

- Vit hava longu hoyrt frá skúlum, sum arbeiða við hesum evni, at gera sjálvsmyndir.

 

Byggir á heildaráskoðan

Samanrenning er millum munnligt og skrivligt arbeiði, og í lidnu bókunum verður ferðast víða í tekstsløgum og huglagi. Onkrar uppgávur leggja dent á at læra ymisk yrkishugtøk í lærugreinini, aðrar leggja dent á tað skapandi bæði innan munnliga og skrivliga frásøgn, meðan uppaftur aðrar geva næmingunum grundleggjandi kt-førleikar.

Umframt vanligu tekstsløgini verður eisini undirvíst í filmi og filmsgerð, heimasíðum og heimsíðugerð, tíðindum og retorikki.

- Bókaheildin Nem byggir á eina heildaráskoðan, har næmingurin mennir førleikar at tulka, at samskifta og at verða sosialur. Í lærarabókini verður dentur lagdur á undirvísing, sum bæði er fjølbroytt og virkin, siga Gunvá og Marjun, sum eru ritstjórar í Námi.

Vitja útgávuheimin Nem

 

Onnur tíðindi

20.10.2021

Annað árið á rað vinnur Nám virðisløn í kappingini…

Les meira
18.10.2021

Nám arbeiðir eftir umbøn frá Uttanríkis- og…

Les meira
07.10.2021

Við bókini ”Finka” vann Nám gull í kappingini um…

Les meira
06.10.2021

9., 10. og 11. november verða læraradagar í…

Les meira
28.09.2021

Í dag varð Nem røðin løgd fram í Námi, nú tólv…

Les meira
24.09.2021

Týsdagin 28. september kl 15:00 verður…

Les meira
17.09.2021

Á Útnorðurdegnum 23. septembur 2021 vísir…

Les meira
17.09.2021

Við 30.000 krónum í vinningi skipar Nám aftur í ár…

Les meira
13.09.2021

Skulin.fo vísur til heildarætlanina, sum nú verður…

Les meira
09.09.2021

Fólkaheilsuráðið hevur gjørt ein bókling við…

Les meira