Skip to main content

Bókin Plantur til matna verður løgd fram

01.05.2025

Tiltak: Grønar upplivingar fyri alla familjuna í Norðurlandahúsinum

Í hesum døgum er Umhvørvisvika, og í tí sambandi bjóða Norðurlandahúsið og Tórshavnar Kommuna til ein heilan dag við burðardyggum familjuhugna sunnudagin 4. mai. Møguleiki verður eisini fyri, at kunna seg um bókina Plantur til matna, sum er talgild bók um føroyskar matplantur. Bókin er ein hent til bæði undirvísing og gerandisdagin.

Á Facebook verður lýst soleiðis fyri tiltakinum: 

Umhvørvisvikan og Norðurlandahúsið bjóða familjum til ein spennandi dag við alskyns virksemi fyri børn og vaksin.

Á skránni verða spíriverkstovur til børn, fyrilestrar fyri vaksin, rundvísing í nýggjum vakstrartunli, sum eisini er opin at vitja, barnabio, bøtiverkstova, plantuveiðuferð og ymiskt annað ítriv, sum familjur kunnu gera saman. Alt er ókeypis.

Slóða fyri framtíðini hjá børnum okkara og komið til burðardyggan familjuhugna.

Skráin er hendan:
12:00 — Norðurlandahúsið letur upp. Ítrivsstøðir, vakstrartunnil o.a. eru klár og opin til kl 17.00
13:00 — Spíriverkstova fyri børn, 7-11 ár (kravd tilmeldin)
13:00 — Rundvísing í vakstrarstunlinum
14:00 — Sashiko-brodering – bøt og betra klæðir við japanskari brodering (kravd tilmelding)
15:00 — Spíriverkstova fyri børn, 7-11 ár (kravd tilmelding)
15:00 — Rundvísing í vakstrartunlinum
16:00 — Grønmeti til føroyskar garðar, fyrilestur við Siggu Rasmussen og Karinu Toftegaard


Plantur til matna - leinki til bókina


 

 

Onnur tíðindi

18.07.2025

Fýra roknibøkur til forskúla og byrjanardeild

Les meira
14.07.2025

Plakat – Tá ið næmingur úr øðrum landi kemur í…

Les meira
Støddfrøði 9 - Grundbók
14.07.2025

Nú er komið á mál við grundbókunum í…

Les meira
10.07.2025

Dagførdar námsætlanir og leiðbeiningar koma í…

Les meira
08.07.2025

Nú kanst tú lesa nógv kend og kanska minni kend…

Les meira
04.07.2025

Norðuratlantisk lond savnaðust fyri fyrstu ferð…

Les meira
18.06.2025

Tað hevur manglað leingi, og nú er tað endiliga…

Les meira
12.06.2025

Nám umsitur nú Vitanarfróðu.

Les meira
28.05.2025

Skeiðstilmeldingin er latin upp.

Les meira
22.05.2025

Nú ber til hjá 5. flokkum og eldri at tekna seg…

Les meira