Skip to main content

PISA 2025: Lesingin krevur eitt felags átak

09.09.2026

Úrslitini frá PISA 2025 vísa eina blandaða mynd. Føroysku næmingarnir standa seg væl í náttúruvísindum og halda støðið í støddfrøði, men úrslitið í lesing er versnað.

Føroyskir næmingar fóru 19 stig aftur í lesing samanborið við 2022. Sostatt eru 42 prosent av okkara næmingum undir markinum fyri virkisført lesiføri.

Hetta mugu vit taka í fullum álvara og fáa lesiførleikan rætta vegin, sigur Eyðun Gaard, stjóri í Námi.

Komandi árini fer Nám at leggja enn størri dent á lesing, menna nýtt undirvísingartilfar og styrkja fakliga førleikan. Samstundis er neyðugt at kanna nærri, hví lesiførleikin hjá føroyskum næmingum er viknaður.

Vit skulu ikki gita, men vita, sigur Eyðun Gaard.

Les røðuna í fullum líki her

Onnur tíðindi

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum…

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum ritstjóra…

Nám sóknast eftir dugnaligum skrivstovufólki at…

Aftur í ár er Nám við í kappingini um at hava…

Skeiðstilmeldingin er latin upp aftur.

Skeiðstilmeldingin er latin upp.

Sjey dagførdar námsætlanir verða settar í gildi 1.…

Námsætlanirnar í týskum, fronskum og sponskum…

Ein handbók til undirvísing, velting og…

Tónleikur - tónafrøði komin út sum sBók – ein…