Skip to main content

KT til skúlaverkið

Skúlasíðan

Her eru ymsar skipanir og amboð, sum verða brúkt í skúlunum.

Tilfar og amboð til lærarar og næmingar

Rita inn við skúlaID

Hesi forritini kanst tú brúka í kaganum. Tú ritar inn við skúlaID@skulin.fo og loyniorðinum, sum tú hevur fingið.

Office 365

Í føroyska skúlaverkinum brúka lærarar og næmingar Office 365 til at samskifta. Lærarar og næmingar hava hvør sín brúkara í skipanini.

Vit hava gjørt filmsvegleiðingar, sum vísa tær, hvussu tú byrjar at brúka Office 365. Á skúlunum eru eisini úrvalsbrúkarar, sum kunnu hjálpa tær.

Office 365 vegleiðingar

Skúlanet og Kervi+

  • Skúlanet

    Skúlanet rekur eitt felags og trygt KT-net fyri alt undirvísingarverkið og hjálpir skúlunum við KT-spurningum. Í 2025 komu allir fólkaskúlar upp í Skúlanet.

    skulin.fo

  • Kervi+

    Kervi+ er ein felags lestrarfyrisitingarskipan fyri fólkaskúlar, miðnámsskúlar, maritimar útbúgvingar, heilsuútbúgvingar og Setrið. Við Kervi+ kunnu skúlarnir umsita skúlagongd, skipa undirvísing og samskifta við næmingar og heim.

    Um Kervi+ á skulin.fo

IntoWords

IntoWords hjálpir tær at lesa og skriva. Tú kanst brúka IntoWords á føroyskum, og Nám umsitur forritið. Tú kanst leggja tað inn á telduna, brúka tað sum ískoytisforrit í kaganum ella sum app á telefonum og teldlum.

  • Prísur og bílegging

    Skúlar, virki og einstaklingar kunnu keypa atgongd til IntoWords. Tað kostar 375 kr. um árið fyri hvønn brúkara. Skúlar kunnu keypa eitt bíligari hald, har prísurin veldst um næmingatalið.

    Send ein teldupost til kt-hjalpin@skulin.fo fyri at bíleggja. Skriva navn, bústað, telefonnummar og teldupostbústað.

  • Innritan

    Nám gevur virkjum og einstaklingum atgongd. Skúlar kunnu rita inn við Unilogin.

    Donsk vegleiðing um at leggja IntoWords inn á telduna

  • CD-orð

    CD-orð er framvegis partur av IntoWords-haldinum og kann enn brúkast. Men eingin mennir longur forritið. Tí mælir Nám brúkarum til at skifta til IntoWords.

    Heinta CD-orð á føroyskum

Legg IntoWords inn

Føroyskar vegleiðingar

  • Heinta IntoWords til Windows

    Windows

  • Heinta IntoWords sum ískoytisforrit

    Kagi: Chrome og Edge

  • Soleiðis brúkar tú IntoWords-breddan

    Allar eindir

  • Heinta IntoWords til Android

    Android

Fleiri filmsvegleiðingar á donskum: Filmsvegleiðingar frá Vitec

KT-hjálpin

Hevur tú spurningar um Office 365, IntoWords, Kervi+ ella aðrar KT-skipanir? Ring +298 610900 ella skriva til kt-hjalpin@skulin.fo.