Málpolitikkur
Nám veitir tænastur og undirvísingarmiðlar til skúlaverkið. Høvuðsvirkisøkini eru at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar, fakliga og undirvísingarliga ráðgeving, skeiðsvirksemi og próvtøkur.
Sum einasti stovnur av sínum slagi framleiðir Nám tilfar á føroyskum, og tí er málið eitt av størstu ábyrgdarøkjunum hjá stovninum, og eigur stovnurin at ganga á odda, bæði tá ið tað kemur til at varðveita og at menna málið.
Nám hevur ábyrgdina av meginpartinum av tí undirvísingartilfari, sum verður brúkt til børn og ung í føroyska skúlaverkinum. Tí hevur Nám serliga ábyrgd fyri og stóra ávirkan á málmenning hjá børnum og ungum. Starvsfólk í Námi hava tí skyldu at tryggja, at alt tilfar hjá Námi er á høgum málsligum stigi innan fyri teir karmar, sum hóska til miðilin, málbólkin og endamálið.
Málpolitisk stevnumið
Málrøkt: Í Námi virka vit fyri at menna og varðveita føroyska málið, herímillum at arbeiða fyri, at føroyskt verður brúkt og ment sum yrkismál.
Faklig virðing: Í Námi virða vit føroyska málið sum fak, og mál og málburður eru javnsett við onnur fak.
Málsligt tilvit: Í Námi eru starvsfólkini málsliga tilvitað og stremba á øllum virkisøkjum eftir málsligari dygd.
Málpolitiskar meginreglur
Føroyskt mál: Meginreglan er, at skrivaða og talaða málið er føroyskt á øllum virkisøkjum í Námi, herímillum eisini á talgildum pallum, sum Nám varðar av.
Onnur mál: Í summum førum verða onnur mál enn føroyskt brúkt á virkisøkjum í Námi. Talan kann eitt nú vera um skeið ella tilfar, ætlað fremmandmæltum ella undirvísing í fremmandamálum. Í øðrum førum kann talan vera um, at Nám fær ágóða av tilfari, førleikum og royndum hjá fólkum, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál. Í slíkum førum verður altíð strembað eftir, at tilfarið verður týtt ella tekstað, ella at samandráttur á føroyskum verður gjørdur. Talar fyrilestra- ella skeiðshaldari annað mál enn føroyskt, verður boðað frá hesum frammanundan.
Mállæra og stavseting: Galdandi mállæru- og stavsetingarreglur skulu verða fylgdar, og starvsfólkini í Námi stremba eftir, at málið, sum verður nýtt á stovninum, altíð er dygdargott føroyskt.
Málnýtsla: Øll málnýtsla í Námi, bæði skrivlig og munnlig, eigur at vera greið og neyv og í samsvari við galdandi lógir og hugsjónir um javnstøðu millum kyn og viðvíkjandi rasu, húðarliti, tjóðskaparligum ella etniskum uppruna, trúgv, kynsligum samleika ella breki.
Atgongd: Fyri at tryggja øllum í føroyska skúlaverkinum atgongd til viðkomandi tilfar hjá Námi eigur allur viðkomandi skrivaður tekstur eisini at vera tøkur upplisin, eins og allur viðkomandi talaður tekstur eigur at vera tøkur á skrift.
Børn og ung: Tilfar, serliga ætlað børnum og ungum, skal verða orðað soleiðis, at børn og ung kenna seg aftur í málinum. Samstundis skal tilfarið vera við til at menna málsligar førleikar, økja um orðfeingi og málsligt tilvit sum heild.
Føroyskt sum annaðmál: Tilfar, serliga ætlað fólkum við føroyskum sum annaðmáli, skal verða orðað soleiðis, at atlit verður tikið at málsligum førleikum hjá málbólkinum. Samstundis skal tilfarið vera við til at menna málsligar førleikar í føroyskum, økja um føroyskt orðfeingi og málsligt tilvit sum heild.
Málpolitisk amboð
Máltoymi: Eitt máltoymi við starvsfólkum við málfrøðiligari útbúgving ella samsvarandi skal vera skipað í Námi. Toymið skal ráðgeva starvsfólkum í málsligum ivamálum og virka fyri, at málpolitikkurin verður fylgdur. Toymið samstarvar við Málráðið um málsligar spurningar og um nýggj orð.
Frálæra: Øllum starvsfólkum í Námi skal standa í boði at fáa frálæru í málsligari framseting, mállæru og stavseting.
Útgreinaðar málpolitiskar leiðreglur: Við støði í málpolitikkinum skulu ymsu virkisøkini í Námi hava útgreinaðar málpolitiskar leiðreglur.