Bygnaður
Nám grundar virksemið á toymissamstarv. Samansetingin í ymsu toymunum byggir á virkisøkið og skal tryggja, at vit skapa eina heild og røkka sum longst.
Støðið undir virkseminum í Námi er tað sama, sum var í teimum trimum samanløgdu stovnunum hvør sær. Samanleggingin byggir á, at stovnsmørkini eru burtur. Tó síggjast høvuðsøkini framvegis aftur í bygnaðinum, men starvsfólkaliðið fevnir tvørtur um gomlu stovnsmørkini.
Starvsfólk eru í fleiri toymum so sum ráðgeving, KT og útgáva. Samstarv er millum toymini.
Setningurin er, at Nám skipanarliga er í støðugari rørslu, so vit megna at lofta alsamt komandi avbjóðingum, og at vit ganga undan á øllum okkara økjum.
Toymisbygnaðurin i Námi er hesin:
- Leiðslutoymi
- Fyrisitingartoymi
- Savnstoymi
- Ráðgevatoymi
- KT-toymi
- Bókatoymi
- Snartoymi
- Tíðindatoymi