Skip to main content

Dátuverndarkunning

frá Námi

Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá Námi at tryggja, at viðgerðin er í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, og at tann skrásetti er kunnaður um, hvat er skrásett um viðkomandi sambært ásetingunum í dátuverndarlógini.

Vit taka tína dátuvernd í álvara, og hava tí samtykt hesa kunning, sum sigur tær, hvussu vit handfara tínar persónupplýsingar.

1. Vit eru dátuábyrgdari

Nám er dátuábyrgdari fyri viðgerðina av teimum persónupplýsingum, ið vit hava móttikið um teg. Um tú hevur spurningar viðvíkjandi viðgerð av persónupplýsingum, dátutrygd ella møguligum trygdarbroti, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum:

Nám
Hoyvíksvegur 72
FO-100 Tórshavn
Teldupostur: nam@nam.fo
Tlf: +298 755150

Á hesi heimasíðuni síggjast meira upplýsingar viðvíkjandi Námi.

Um tú hevur spurningar til okkara viðgerð av tínum upplýsingum, ert tú eisini vælkomin at seta teg í samband við okkara dátuverndarfólk:

  • Umvegis teldupost: Send teldupost til nam@nam.fo, heitið á teldupostinum skal vera “Att. dátuverndarfólk”
  • Umvegis telefon: Tú kanst ringja til Nám á tlf: +298 755150
  • Umvegis bræv: Hoyvíksvegur 72, FO-100, Tórshavn, Att: dátuverndarfólk

2. Nær viðger Nám persónupplýsingar um teg?

Nám viðger persónupplýsingar um teg, tá ið tað er neyðugt fyri at røkja okkara uppgávur sum stovnur undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.

Viðgerðin fevnir í høvuðsheitum um skráseting, goymslu og nýtslu av upplýsingum, sum eru neyðugar fyri at veita tænastur innan útbúgving, undirvísingartilfar og ráðgeving til skúlaverkið.

Nám savnar inn og viðger upplýsingar, tá ið:

  • Tú vendir tær til Nám við einum fyrispurningi, umsókn ella tekning til skeið.
  • Tú fert á skeið, luttakandi ella undirvísandi, skipað av Námi.
  • Tú brúkar tænastur hjá Námi, so sum Snar, Microsoft Office365 ella útlán frá miðlasavninum.
  • Tú letur okkum upplýsingar í sambandi við stuðul til undirvísingartilfar ella annað fakligt samstarv.
  • Vit fáa upplýsingar um teg frá øðrum myndugleikum, undirvísarum, skúlelaiðarum ella samstarvsstovum.
  • Tú søkir starv hjá Námi.

3. Endamálini við og heimildin fyri viðgerðini av tínum persónupplýsingum

Endamálið við viðgerðini av persónupplýsingum í Námi er at tryggja eina skynsama og skjóta fyrisiting av teimum tænastum og uppgávum, sum vit hava skyldu til at røkja sum almennur myndugleiki.

Tí eru tað fleiri ymisk endamál fyri, at vit viðgera tínar persónupplýsingar:

  • Tænastuveiting til skúlaverkið: Viðgerð av upplýsingum fyri at kunna veita lærarum, næmingum og leiðslum atgongd til undirvísingartilfar, talgildar skipanir (t.d. snar, Office365) og aðrar tænastur.
  • Fyrisitingarlig málsviðgerð: Viðgerð av upplýsingum í sambandi við fyrispurningar, skeiðsluttøku, útlán, samskifti við brúkarar, umsiting av undirvísingartilfari, útgávum og stuðulsskipanum.
  • Starvsfólkaviðurskifti: viðgerð av persónupplýsingum hjá starvsfólki og umsøkjarum við atliti til starvsseting, løn, HR-umsiting og skráseting av virksemi.

3.1 Heimild fyri okkara viðgerð

Høvuðslógin í sambandi við viðgerð av persónupplýsingum er løgtingslóg nr. 80 frá 2021 um vernd av persónupplýsingum, eisini nevnd dátuverndarlógin. Lógin verjir rættindini hjá einstaklingum og setur karmar fyri, nær og hvussu upplýsingar kunnu viðgerast. Hesi lóg arbeiðir Nám eftir.

Heimildin hjá Námi at viðgera persónupplýsingar byggir vanliga á:

Í summum førum kann viðgerðin eisini byggja á:

Nám arbeiðir harumframt eftir serlógini, ið gevur stovninum lógarfestar uppgávur:

4. Sløg av persónupplýsingum

Nám viðger hesi sløg av persónupplýsingum um teg:

  • Vanligar persónupplýsingar: So sum bústað, p-tal, teldupost, telefonnummar og aðrar upplýsingar, t.d. upplýsingar um skeiðsluttøku, skráseting á talgildum pallum, og í ávísum ørum figgjarligar upplýsingar, t.d. kontonummar í sambandi við lønarútgjalding ella afturbering av skeiðsgjaldi.
  • Hetta fevnir eisini um útbúgvingarligar upplýsinar, t.d. karakterir, próvtalsúrslit og luttøku í skeiðum og próvtøkum, sum verða viðgjørdar fyri at umsita tænastur og útbúgvingarligar uppgávur hjá Námi.

5. Móttakarar ella bólkar av móttakarum

Nám kan lata persónupplýsingar víðari til almennar myndugleikar sum liður í okkara myndugleikaútinnan. Hetta kann t.d. fevna um víðarigeving til Barna- og útbúgvingarmálaráðið, TAKS, Dátueftirlitið ella skúlar og aðrar undirvísingarstovnar, tá hetta er neyðugt fyri at røkja ávísar lógarásettar uppgávur.

Nám letur bert persónupplýsingar víðari, um móttakarin hevur heimild til at viðgera upplýsingarnar sambært dátuverndarlógini, og tá tað er neyðugt fyri at røkja endamál, sum hava heimild í lóg ella reglugerð.

Í einstøkum førum kunnu veitarar av KT-skipanum og talgildum loysnum hava atgongd til upplýsingar – t.d. í samband við tænastuveiting, support ella dagføringar. Hesir veitarar hava tagnarskyldu og verða álagdir somu trygdarkrøv sum starvsfólk hjá Námi.

Í teimum førum, har veitarar verða mettir sum dátuviðgerar, verður serlig dátuviðgeraravtala gjørd, sum tryggjar, at upplýsingarnar verða viðgjørdar í samsvari við galdandi dátuverndarlóg og trygdarkrøv.

6. Flutningur til móttakarar í útlondum, triðjalondum ella í millumtjóðafelagsskapum

Nám sendir í útgangsstøðinum, ikki persónupplýsingar til veitarar ella dátuviðgerar, sum halda til uttanfyri ES/EBS (triðjalond).

Um so er, at vit flyta tínar persónupplýsingar útum ES/EBS, fara vit at tryggja okkum nøktandi heimildargrundarlag fyri flutninginum, – hetta merkir, at vit tryggja okkum, at verndarstøðið av tínum upplýsingum er nøktandi.

7. Hvaðani persónupplýsingarnar stava

Nám viðger persónupplýsingar, sum tú sjálv/ur hevur latið okkum, t.d. í sambandi við:

  • Tilmelding til skeið ella tænastur
  • Skráseting í undirvísingarskipanum, t.d. Snar ella Office365
  • Fyrispurningar, umsóknir ella samskifti við stovnin
  • Starvsetan

Nám kann eisini viðgera upplýsingar um teg, sum vit móttaka frá:

  • Øðrum almennum myndugleikum, skúlum ella undirvísarum
  • Samstarvsstovnum ella veitarum
  • Einstaklingum, t.d. tá tú verður skrásett/ur til tiltøk av øðrum

Harafturat viðger Nám perssónupplýsingar í sambandi við vanliga fyrisitingarliga viðgerð og umsiting av tænastum og starvsfólkum.

Tú hevur altíð rætt til at vita, hvaðani vit hava móttikið upplýsingar um teg.

8. Tíðarskeiðið, sum persónupplýsingarnar verða goymdar

Nám hevur skyldu at tryggja, at persónupplýsingar verða goymdar einans so leingi, sum tað er neyðugt í mun til endamálið við viðgerðini. Upplýsingarnar verða varðveittar á ein hátt sum tryggjar, at tú ikki kanst eyðmerkjast longur enn neyðugt.

Nám hevur sambært fyrisitingarligum reglum og skjalasavnslóggávu skyldu til at varðveita upplýsingar í málum fyri at skjalfesta málsviðgerð og fyrisitingarliga ábyrgd.

Tá ið Nám ikki longur hevur tørv á persónupplýsingum, verða tær sambært løgtingslóg um skjalasøvn, latnar Tjóðskalasavninum, har tær verða varðveittar sambært skjalasavnskrøvum.

Persónupplýsingar, sum verða viðgjørdar til hagtalsendamál, verða varðveittar, so leingi tær hava veruligan týdning fyri at greina menning, rák og broytingar yvir tíð. Tá hesar upplýsingar ikki longur verða brúktar til slík endamál, verða tær eisini latnar Tjóðskjalasavninum.

Starvsumsóknir frá umsøkjarum, sum ikki fáa starv hjá Námi, verða vanliga strikaðar eitt ár eftir, at avgerð er tikin í málinum, um ikki annað er heimilað ella avtalað.

9. Tíni rættindi

Sambært dátuverndarlógini hevur tú rættindi í samband við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.

Dátuverndarlógin tryggjar skrásettum eina røð av rættindum. Hesi rættindi eru ásett í kapittuli 4 í dátuverndarlógini og verða lýst niðanfyri. Rættindini eru ikki treytaleys, og møguleikin fyri at nýta tey veldst um ítøkiliga málið og umbønina.

Um tú ynskir at nýta tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við okkum (sí samskiftisupplýsingar í brotið 1 og 2).

9.1 Rætturin til kunning í §§ 23-25

Tú hevur rætt til at fáa kunning um viðgerð av tínum persónupplýsingum.

9.2 Rætturin til innlit (§26)

Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg.

9.3 Rætturin til rætting (§ 27)

Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.

9.4 Rætturin til striking (§ 28)

Í summum førum hevur tú rætt til at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking.  Rætturin er ikki treytaleysur, tí tað kunnu verða aðrar lóggávur, avtalur og ávís endamál sum áseta at vit skulu framhaldandi varðveita og viðgera tínar persónupplýsingar.

9.5 Rætturin til viðgerðaravmarking (§ 29)

Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit framyvir í útgangsstøðinum bert goyma persónupplýsingarnar.

9.6 Rætturin til dátuflutning (§ 31)

Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanligum nýttum og teldutøkum sniði, og at fáa hesar persónupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan uttan forðing.

9.7 Rætturin til mótmæli (§ 32)

Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.

Tú kanst eisini mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum til beinleiðis marknaðarføring.

9.8 Rætturin at taka samtykki aftur

Skrásetti kann til eina og hvørja tíð taka samtykki aftur. Tekur skrásetti samtykki aftur, skal viðgerð, sum er grundað á samtykki, steðga. Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildi av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.

Tú kanst taka samtykki aftur við at venda tær til Nám á nam@nam.fo ella á telefon +298 755150

10. Klaga til Dátueftirlitið

Tú kanst sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgd/ur um viðgerð av tínum persónupplýsingum.

Metir tú, at Nám ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið hesum viðvíkjandi. Tú kanst klaga um viðgerð, við at venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon +298 309100. Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 9.00 og 15.00. Heimasíðan hjá Dátueftirlitinum er www.dat.fo 

11. Dátuverndarfólk

Ynskir tú at gera brúk av omanfyristandandi rættindum, er altíð møguligt at seta seg í samband við dátuverndarfólkið (DPO) hjá Námi, Noomi K. Rasmussen, Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Teldupostur: noomir@bumr.fo, tel +298 555024