Lógargrundarlag
LØGTINGSLÓG NR. 53 FRÁ 15. MAI 2014 UM AT ÚTVEGA UNDIRVÍSINGARMIÐLAR O.A.
Løgtingslóg nr. 53 frá 15.05.2014
Nr. 53 | 15. mai 2014 |
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Landsstýrismaðurin skipar fyri og hevur ábyrgdina av at útvega undirvísingarmiðlar o.a.
§ 2. Endamálið við lógini er at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar í sambandi við læring og menning.
Stk. 2. Undirvísingarmiðlar fata m.a. um útgávur, undirvísingarportal, KT-samskiftisskipan, miðlasavn, skeiðsvirksemi og ráðgeving.
Stk. 3. Miðlarnir skulu námsfrøðiliga og fakliga vera í samsvari við regluverk og námsætlanir í undirvísingarverkinum.
§ 3. Virksemið sambært lógini verður skipað í stovni undir landinum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger reglur um virksemið hjá stovninum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann veita forløgum og einstaklingum stuðul at gera og geva út undirvísingarmiðlar.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um stuðulsveitingina sbrt. stk. 3.
§ 4. Landsstýrismaðurin setur í starv og loysir úr starvi stjóran á stovninum.
Stk. 2. Stjórin hevur mótvegis landsstýrismanninum ábyrgd av fyrisiting og rakstri stovnsins.
§ 5. Virksemið hjá stovninum verður fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini og inntøku frá sølu.
Stk. 2. Stovnurin kann taka gjald fyri at útvega skúlaverkinum undirvísingarmiðlar og skeið.
§ 6. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 48 frá 9. mai 2005 um útgávu av undirvísingarmiðlum.
Tórshavn, 15. mai 2014
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 116/2013