Søvn og útlán
Nám hevur savn við nýggjum undirvísingartilfari, sum verður sýnt fram á 300 fermetrum á Hoyvíksvegi 72. Savnið fevnir um føroyskt og útlendskt tilfar, sum er til kunningar, til útlán og til íblástur.
Í útláninum eru flokssett, filmar, ljóðbøkur, lesiskeið og evnis- og lesikassar. Úr fjølbroytta savninum hava lærarar og skúlar møguleika at lána ískoytistilfar til undirvísingina.
Flokssettini eru fagurbókmentir á føroyskum, donskum, enskum og týskum. Eisini eru flokssett við føroyskum yrkisbókmentum. Filmarnir eru eitt úrval av spælifilmum og yrkisfilmum. Tær allarflestu ljóðbøkurnar, sum verða útgivnar í Føroyum, fáast til láns hjá Námi.
Til ber eisini at lána evnis- og lesikassar við tilfari um ávís evni so sum um søguligar persónar, fremmand lond og djór. Eisini eru lesikassar við fagurbókmentum skipaðir í floks- ella torleikastig at nýta til frílesing ella til lesiátak í skúlanum.
Harumframt eru fakligar handbøkur um námsfrøði og sálarfrøði til útláns og eitt úrval av nýggjum undirvísingartilfari, sum lærarin kann kunna seg við.