Skip to main content

Lánitreytir

Savnið á Námi er í høvuðsheitum ætlað skúlaverkinum. Tað er ókeypis at lána tilfar.

Kunningartilfar og handbøkur kunnu lánast í fýra vikur. Flokssett, lesikassar, evniskassar og ljóðbøkur kunnu lánast í seks vikur.

Filmar og sjónvarpssendingar kunnu lánast í eina viku og kunnu stroymast á mitCFU. 

E-bøkur kunnu lánast sum floksett á mitCFU. Lánitíðin er 5 vikur. 
Møguleiki er at leingja lánitíðina, um tilfarið ikki er umbiðið av øðrum lánara.

Tilfar, sum fær skaða ella verður burtur, kemur undir reglurnar viðvíkjandi endurgjaldi. Skúlin ella stovnurin, sum lánarin er knýttur at, ber endurgjaldsskylduna.

Endurgjald verður kravt eftir upprunaliga kostnaðinum á tilfarinum.

”Haldið tíðarfreistina – næsti lánari er ein starvsfelagi”