Skip to main content

Ætlar tú at velta grønmeti í ár?

20.02.2026

Plantur til matna sum tilfar til skeið í grønmetisvelting

Áhugin fyri at velta grønmeti og framleiða egið tilfeingi til matna er vaksandi, og kring landið verða í vár skipað fyri skeiði í grønmetisvelting. Í hesum sambandi vilja vit minna á, at bókin Plantur til matna eftir Siggu Rasmussen longu er tøk sum netbók og hóskar sera væl sum fakligt grundarlag til slík skeið.

Skeiðsrøðin, sum Búnaðarstovan skipar fyri í samstarvi við Mat- og tilfeingishúsið, Veltuna, Matkovan og Rótina, fevnir um bæði frálæru og verkliga venjing – frá fornæling og forspíring til goymslu av grøði. Í hesum arbeiði gevur Plantur til matna eina greiða og føroyska innleiðing í, hvussu plantur vaksa og mennast, og hvussu vit røkta tær frá fræi til lidna vøru.

Leinki: Les meira um skeiðini á heimasíðununi hjá Búnaðarstovuni.

Bókin sameinir lívfrøðiliga vitan við praktisk ráð og er tí eitt natúrligt ískoyti til undirvísing, verkætlanir og skeið í grønmetisvelting og burðardyggari matframleiðslu.

Netbókin er tøk á netbókapallinum hjá Námi, og pappírsútgávan kemur út um miðjan mars.

Við bókini Plantur til matna fæst eitt føroyskt, dagført og læruríkt amboð til øll, sum vilja læra meira um plantur og matframleiðslu.

Leinki: Plantur til matna, netbók 🌱📘

Onnur tíðindi

11.02.2026

Nú er uppgávubókin til Støddfrøði 9 komin.

Les meira
10.02.2026

Niðurstøðan er greið: Núverandi skipan røkkur ikki…

Les meira
25.01.2026

27. januar er altjóða holocaustdagur, dagurin, har…

Les meira
11.12.2025

Myndatema er ein talgild orðabók á 30 málum við…

Les meira
13.11.2025

Dømi um próvtøkuuppgávur til 9. flokk í donskum og…

Les meira
01.10.2025

Umleið 1300 næmingar á 35 skúlum luttóku í…

Les meira
26.09.2025

Henda bók er ætlað 1. árs-lesandi á Søgu- og…

Les meira
16.09.2025

Ætla tit at luttaka í kappingini?

Les meira
09.09.2025

Námsætlanirnar í alisfrøði, evnafrøði, landafrøði…

Les meira
04.09.2025

Skrivlig próvtøka í pappírsformi.

Les meira