Skip to main content

Plantur til matna nú eisini sum prentað bók

27.03.2026

Ein handbók til undirvísing, velting og grønmetisframleiðslu er komin út í handlarnar

Nú várjavndøgur hava verið, og várarbeiðið av álvara fer í gongd, er ein pappírsútgáva kærkomin hjá teimum, sum fáast við urtagarð, velting og undirvísing. Á henda hátt kann bókin vera við í tí ítøkiliga arbeiðinum úti og inni — júst í tíðini, tá ið nógv fara undir at fyrireika mold, sáa og seta niður. 

Bókin Plantur til matna er nú komin út í pappírsútgávu. Higartil hevur bókin einans verið tøk sum sBók, og nú ber eisini til at fáa hana sum prentaða bók.

Plantur til matna er ein bók um plantur og grønmetisframleiðslu, ætlað bæði til undirvísingar og til teirra, sum hava áhuga fyri at velta og læra meira um plantur til matna. Við pappírsútgávuni verður bókin uppaftur lættari at brúka í undirvísingarhøpi, á skeiðum og hjá teimum, sum fegin vilja hava eitt ítøkiligt arbeiðsamboð við sær. Í bókini eru eisini beinleiðis leinki og QR-kotur til netútgávuna, har lesarin kann fáa meira tilfar og lesa víðari um evnið.

Pappírsútgávan kostar 349 krónur og kann keypast í øllum bókahandlum ella beinleiðis frá Bókamiðsøluni.

Við pappírsútgávuni fær bókin Plantur til matna nýtt lív sum bók í hondini, samstundis sum talgilda útgávan framvegis er tøk.

Teldutøka útgávan er her: Plantur til matna - sBók

Sigga Rasmussen framman fyri sBókini og pappírsútgávunum av Plantur til matna.

Tróndur G. Leivsson við nýggju pappírsútgávuni av Plantur til matna.

Høvundurin Sigga Rasmussen úti millum plantur.

Onnur tíðindi

24.03.2026

Tónleikur - tónafrøði komin út sum sBók – ein…

Les meira
20.02.2026

Plantur til matna sum tilfar til skeið í…

Les meira
11.02.2026

Nú er uppgávubókin til Støddfrøði 9 komin.

Les meira
10.02.2026

Niðurstøðan er greið: Núverandi skipan røkkur ikki…

Les meira
25.01.2026

27. januar er altjóða holocaustdagur, dagurin, har…

Les meira
11.12.2025

Myndatema er ein talgild orðabók á 30 málum við…

Les meira
13.11.2025

Dømi um próvtøkuuppgávur til 9. flokk í donskum og…

Les meira
01.10.2025

Umleið 1300 næmingar á 35 skúlum luttóku í…

Les meira
26.09.2025

Henda bók er ætlað 1. árs-lesandi á Søgu- og…

Les meira
16.09.2025

Ætla tit at luttaka í kappingini?

Les meira