Nýggj vitlíkisstrategi fyri undirvísingarverkið

Í dag varð nýggja vitlíkisstrategiin fyri undirvísingarverkið – Vitlíki við skili – læring í miðdeplinum handað.
Strategiin skal leggja ein felags karm um, hvussu vitlíki verður brúkt í føroysku útbúgvingarskipanini. Endamálið er, at vitlíki verður nýtt á ein námsfrøðiliga, fakliga og etiskt væl grundaðan hátt, sum styrkir læring, fakliga menning og sjálvstøðuga hugsan. Menniskjað skal ráða yvir tøknini – ikki øvugt.
Strategiin peikar á fýra strategisk átaksspor fram móti 2032: undirvísing og læring, eftirmeting og próvtøkur, førleikamenning og gransking og miðling. Arbeiðið skal fremjast stigvíst, og næsta stig er at fyrireika og nágreina einstøku átøkini, ábyrgdina og fíggingina.
Strategiin er úrslit av einum breiðum arbeiði við verkstovum, samrøðum og hoyringum, har leiðslur, undirvísarar, næmingar, lesandi, fakfeløg og aðrir viðkomandi partar hava givið sítt íkast.
Les vitlíkisstrategiina her: Vitlíkisstrategi
Tak virlíkisstrategiina niður her: PDF
Sí upptøkuna frá tíðindafundinum her








