Skip to main content

World Antibullying Forum 2025

04.07.2025

Norðuratlantisk lond savnaðust fyri fyrstu ferð til World Antibullying Forum 2025.

Á World Antibullying Forum 2025 í Stavanger varð søga skrivað, tá granskarar, fulltrúar, lærarar og NGO'ar úr Íslandi, Grønlandi og Føroyum fyri fyrstu ferð løgdu fram royndir og gransking saman. Arbeiðið við at skapa tryggar felagsskapir og fyribyrgja happing gjøgnum átakið “Betri vinir” (Fri for mobberi) varð lýst sum eitt týðandi stig móti meira inkluderandi skúlamentan bygd á virði sum tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi.

Symposiið, við heitinum "Different Together", legði dent á bæði líkleikar og ymiskleikar millum hesi trý londini og teirra arbeiði fyri betri felagsskapum í skúlanum. Og hóast Grønland, Ísland og Føroyar á nógvan hátt eru ymisk, bæði mentanarliga og søguliga, kunnu vit við nógvum fyrimunum samstarva um at skapa trygg og inkluderandi læringsumhvørvi. Ymsu tilgongdirnar til at fyribyrgja happing vísa, hvussu mentanarliga tillagað amboð og tilgongdir kunnu vera virkin í ymiskum høpi. Hóast ymiskleikarnar kunnu londini stuðla og læra frá hvørjum øðrum, og kann hetta styrkja felags átøk móti happing.

Tey trý londini fara at halda fram við teirra samstarvi fyri at fyribyrgja happing og fremja tryggar og lærandi felagsskapir í skúlunum.

Meira um World Antibullying Forum: About - World Anti-Bullying Forum

Karen Mathiesen, Kaali Olsen, og Helle Rabøl Hansen, hera@nanoq.gl, frá Undirvísingarstýrinum í Grønlandi.

Ída Björg Unnarsdóttir, ida@barnaheill.is, frá Barnaheill í Íslandi.

Magnus Tausen frá Undirvísingarstýrinum og Tóra Petersen, torap@nam.fo, frá Námi í Føroyum.
 

Frá vinstru: Áki Dyssegaard, Andriása Dam Joensen, Tóra Joensen, Ída Björg Unnarsdóttir, Helle Rabøl Hansen, Karen Mathiesen, Tóra Petersen, Eyðun Gaard og Magnus Tausen.

Onnur tíðindi

18.06.2025

Tað hevur manglað leingi, og nú er tað endiliga…

Les meira
12.06.2025

Nám umsitur nú Vitanarfróðu.

Les meira
28.05.2025

Skeiðstilmeldingin er latin upp.

Les meira
22.05.2025

Nú ber til hjá 5. flokkum og eldri at tekna seg…

Les meira
01.05.2025

Undirvísingartilfar til umhvørvisvikuna

Les meira
01.05.2025

Tiltak: Grønar upplivingar fyri alla familjuna í…

Les meira
01.04.2025

Vilt tú hava eitt spennandi og læruríkt…

Les meira
31.03.2025

Í síðstu viku var hátíðarløta í Námi í sambandi…

Les meira
31.03.2025

Námsætlanirnar í alisfrøði og evnafrøði 7-9,…

Les meira
21.03.2025

Nám sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum…

Les meira