Skip to main content

Snar í nýggjum hami

05.11.2026

Í morgin, fríggjadagin 6. november fær Snar nýggja útsjónd. Nýggi Snar er greiðari og skipaður í trý høvuðsøki: Temasavn, Skjøl og Funkur.

Snar er nú ein sjálvstøðugur undirvísingarportalur hjá Námi. Gamla undirvísingartilfarið er framvegis á Snar, men ljóðbøkur, sBøkur og i-Bøkur eru fluttar til nam.fo. Alt tilfarið á Snar er ókeypis, og tú nýtist ikki at rita inn fyri at brúka tað.

Í Temasavninum finnur tú temasíður um nógv ymisk evni, eitt nú barnarættindi, Heimsmálini og javnrættindi. Á nýggju temasíðuni Koda og vitlíki kunnu næmingar læra um HTML og royna at brúka vitlíki til at forrita og gera heimasíður og spøl.

Funkur er eitt nýtt øki á Snar við smáum spølum og talgildum amboðum til flokkin. Funkurnar eru gjørdar við hjálp av vitlíki, og vit vóna, at lærarar og næmingar eisini fáa hug at gera sínar egnu funkur, sum kunnu leggjast á Snar.

Í Skjølum finnur tú arbeiðsbløð, avritssíður og aðrar fílur, sum tú kanst taka niður. Tilfarið er skipað eftir lærugreinum, so tað er lætt at finna tað, sum hóskar til tað, tit arbeiða við.

Snar er ikki eitt liðugt savn. Nýtt tilfar kemur støðugt afturat, og vit vilja fegin fáa hugskot og tilfar frá tær. Hevur tú gjørt undirvísingartilfar, hevur tú viðmerkingar ella eitt gott hugskot, so skriva til snar@snar.fo.

Onnur tíðindi

Í dag varð nýggja vitlíkisstrategiin fyri…

Úrslitini frá PISA 2025 vísa eina blandaða mynd.…

Aftur í ár er Nám við í kappingini um at hava…

Skeiðstilmeldingin er latin upp aftur.

Skeiðstilmeldingin er latin upp.

Sjey dagførdar námsætlanir verða settar í gildi 1.…

Námsætlanirnar í týskum, fronskum og sponskum…

Ein handbók til undirvísing, velting og…

Tónleikur - tónafrøði komin út sum sBók – ein…

Plantur til matna sum tilfar til skeið í…