Skip to main content

Nýtt undirvísingartilfar á føroyskum um sorg

18.06.2025

Tað hevur manglað leingi, og nú er tað endiliga her.

Lær um sorg er spildurnýtt undirvísingartilfar á føroyskum, sum er ætlað næmingum í 1.-6. flokki í fólkaskúlanum. Tað eru Krabbameinsfelagið og Berin, sum hava fingið loyvi frá danska Kræftens Bekæmpelse at brúka teirra undirvísingartilfar í Føroyum, og Nám hevur týtt tilfarið til føroyskt.

Sorg og einsemi
Nógv børn, sum syrgja, kenna seg einsamøll og uppliva, at javnaldrarnir og floksfelagarnir hava trupult við at skilja tey. Endamálið við undirvísingartilfarinum Lær um sorg er, at eingi børn skulu vera einsamøll við sorgini. Børn og ung skulu tí læra um sorg í skúlanum og um, hvussu tey kunnu stuðla og vera góðir vinir hjá einum floksfelaga ella vini, sum syrgir.

Læra at vísa og skilja kenslur
Talan er um rúgvismikið og forvitnisligt tilfar, sum millum annað fevnir um: ítøkiligar uppgávur til ymisku aldursbólkarnar, uppskot um floksprát og spurningar, filmar og nógv góð dømir um, hvat sorg er. Ígjøgnum rørslur, tekningar, samrøður og annað læra næmingarnar bæði at vísa, skilja og seta orð á ymiskar kenslur. Eisini lærararnir fáa vegleiðingar og arbeiðsætlanir, so tey eru so væl ílatin og fyrireikað til uppgávuna sum til ber.

Gott og virðismikið samstarv
Samstarvið millum Krabbameinsfelagið, Beran og Nám hevur riggað einastandandi væl. Tilfarið er nú liðugt og er lagt á snar.fo

Allir partar í samstarvinum eru á einum máli um, at hetta er stórt framstig í arbeiðinum við sorg. Tað fer heilt víst at hjálpa børnum og ungum, sum syrgja, og eisini øllum rundan um tey at skilja og handfara sorg betur.

Krabbameinsfelagið
Berin
Nám

Onnur tíðindi

Støddfrøði 9 - Grundbók
14.07.2025

Nú er komið á mál við grundbókunum í…

Les meira
10.07.2025

Dagførdar námsætlanir og leiðbeiningar koma í…

Les meira
08.07.2025

Nú kanst tú lesa nógv kend og kanska minni kend…

Les meira
04.07.2025

Norðuratlantisk lond savnaðust fyri fyrstu ferð…

Les meira
18.06.2025

Tað hevur manglað leingi, og nú er tað endiliga…

Les meira
12.06.2025

Nám umsitur nú Vitanarfróðu.

Les meira
28.05.2025

Skeiðstilmeldingin er latin upp.

Les meira
22.05.2025

Nú ber til hjá 5. flokkum og eldri at tekna seg…

Les meira
01.05.2025

Undirvísingartilfar til umhvørvisvikuna

Les meira
01.05.2025

Tiltak: Grønar upplivingar fyri alla familjuna í…

Les meira