Skip to main content

Leiðin til minni rusk

01.05.2025

Undirvísingartilfar til umhvørvisvikuna

Nám hevur nú talgilda faldaran Leiðin til minni rusk, sum Norðurlendska ráðharraráðið hevur gjørt. Talan er um námsfrøðiligt tilfar til lærarar og næmingar í miðdeild og eldri flokkum, ið er tøkt á pallinum Ískoyti.

Tilfarið gevur íblástur og amboð til undirvísing um fyribyrging av burturkasti – eitt evni, sum er alt meira viðkomandi, bæði í Føroyum og á altjóða stigi. Við fýra temum (at fyribyrgja burturkasti, klæði, matur og elektronikkur) verður dentur lagdur á, at næmingar læra at hugsa um tilfeingisnýtslu, endurnýtslu og umhvørvisavbjóðingar – bæði lokalt og globalt.

Tilfarið fevnir um: 

  • Læraravegleiðing við didaktiskum innliti og undirvísingartilgongdum
  • Uppgávuhefti við “visti tú”-teigum og arbeiðsuppgávum til næmingar
  • Uppskot til kanningar og samrøður í nærsamfelagnum

Høvuðsendamálið er at virkja hugburð, ábyrgd og vitan hjá næmingum, so teir fáa eina djúpri fatan av, hvussu teir við egnari atferð kunnu minka um burturkastið í gerandisdegnum.

Onnur tíðindi

09.09.2025

Námsætlanirnar í alisfrøði, evnafrøði, landafrøði…

Les meira
04.09.2025

Skrivlig próvtøka í pappírsformi.

Les meira
20.08.2025

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum fólki til…

Les meira
Lær um Canva for Education á Youtube
18.08.2025

Lærarar og næmingar hava fingið atgongd

 

Les meira
18.07.2025

4. flokkur hevur nú fingið spildurnýggja bók í…

Les meira
18.07.2025

Fýra roknibøkur til forskúla og byrjanardeild

Les meira
14.07.2025

Plakat – Tá ið næmingur úr øðrum landi kemur í…

Les meira
Støddfrøði 9 - Grundbók
14.07.2025

Nú er komið á mál við grundbókunum í…

Les meira
10.07.2025

Dagførdar námsætlanir og leiðbeiningar koma í…

Les meira
08.07.2025

Nú kanst tú lesa nógv kend og kanska minni kend…

Les meira