First Lego League 2025 – UNEARTHED

Evnið í ár: UNEARTHED
Evnið UNEARTHED førir næmingarnar aftur í tíðina, har tey granska forna tøkni og mentanir. Endamálið er at skilja søguliga vitan og nýta hana til at loysa nútíðar avbjóðingar. Við evninum fáa næmingarnir høvi at arbeiða tvørgreinaliga og skapa loysnir, har náttúruvísindi, samfelagsviðurskifti og verkætlanarlæra ganga hond í hond við robottforritan og evnini at samstarva.
Vit vænta, at millum 450 og 500 næmingar fara at luttaka í ár.
Hvat er First Lego League?
First Lego League er ein kapping, har næmingar arbeiða við eini árligari verkætlan, ið fevnir um:
- eina sjálvvalda og kannandi verkætlan í samband við evnið
- bygging og forritan av robotti, ið skal loysa ymsar uppgávur
- liðarbeiði og miðlan
Kappingin vendir sær til næmingar frá 5. flokki og uppeftir. Høvuðsmálið er at menna samstarv, nýskapan, vitan og hugflog hjá næmingum á ein kveikjandi og stuttligan hátt.
Lykladagar fyri FLL 2025
- 8. august: Uppgávan verður send til vegleiðarar
- 13. september: Kappingin byrjar – t-shirts, banar og annað tilfar verður veitt skúlum
- 8. november: Finalan
Nýtt undirvísingartilfar til robott-partin
Vegna ynski frá vegleiðarum hava vit í ár ment eitt stutt og greið net-tilfar, ið vegleiðarar kunnu brúka saman við næmingum. Hetta tilfar lættir um byrðuna við robottpartinum og tryggjar, at næmingarnir fáa eitt gott og grundarlagandi innlit í forriting og bygnað.
Undirvísingartilfarið fevnir m.a. um:
- hvussu man heintar forritið og tengir hubbin til við Bluetooth
- grundleggjandi blokkar í forriting
- at lesa dátur frá motorum og sensorum
- at koyra, venda og brúka sensorar (ljós, frástøða, gyro)
- at brúka loops og „wait“-blokkar
- góð ráð um at loysa uppgávur og byggja amboð
Hvør undirvísingarpartur tekur umleið 3–5 minuttir at gjøgnumganga, og tilhoyrandi uppgávur taka vanliga 5–15 minuttir at loysa.
Tilmelding
Tilmelding fer fram á heimasíðuni fllforoyar.fo/tilmelding.
Freistin at melda til er 13. juni 2025.
Síggj FLL í verki
Fá eina kenslu av degnum og stemninginum við hesum stutta filmsbroti frá FLL-degnum á Sjóvinnuútbúgvingini í 2023:
Video: First Lego League SAF 2023

