Skip to main content

Eitt livandi ævintýrasavn

08.07.2025

Nú kanst tú lesa nógv kend og kanska minni kend ævintýr á fakportalinum føroyskt.

Nám hevur lagt ein hóp av ævintýrum út á fakportalin Føroyskt

  • Sagnir og ævintýr hjá Jakobi Jakobsen
    Øll ævintýrini eru skrivað við Hammershaimbs stavseting, og tey byggja á upprunaútgávuna “Færøske folkesagn og æventyr” (1898–1901). Ævintýrini hava tilvísingar til AT-nr., eins og í útgávuni frá 2009.
  • Ævintýr, sum Heðini Brú hevur týtt
    Hesi ævintýrini eru úr bókarøðini “Ævintýr 1–6”, sum Føroya Lærarafelag gav út frá 1959 til 1974, við myndum eftir Elinborg Lützen.
  • Ævintýr eftir H.C. Andersen
    33 ævintýr, sum Marius Johannessen hevur týtt, og sum eru tikin úr bókunum “10 ævintýr” (1980), “11 ævintýr” (1981) og “12 ævintýr” (1982). Onnur hava Poul Olsen og Christoffur Lützen týtt.
  • Ævintýr úr ymsum londum
    Lisbeth Algreen-Petersen hevur savnað hesi ævintýrini í bók - og nú eru tey løgd út sum undirvísingargongdir á fakportalin.

Ævintýrasavnið verður dagført, so hvørt sum nýggir tekstir verða klárir. Sostatt verður ævintýraheimurin á fakportalinum støðugt meiri fjølbroyttur og áhugaverdur.

Nú kanst tú uppliva og arbeiða við hesum ævintýrunum – bæði til undirvísing og til hugna í summarfrítíðini.
Kom inn í ævintýraheimin, les eina søgu, og sig øðrum frá eini spennandi frásøgn.

Góðan lesihug! 📚✨

Onnur tíðindi

18.07.2025

Fýra roknibøkur til forskúla og byrjanardeild

Les meira
14.07.2025

Plakat – Tá ið næmingur úr øðrum landi kemur í…

Les meira
Støddfrøði 9 - Grundbók
14.07.2025

Nú er komið á mál við grundbókunum í…

Les meira
10.07.2025

Dagførdar námsætlanir og leiðbeiningar koma í…

Les meira
08.07.2025

Nú kanst tú lesa nógv kend og kanska minni kend…

Les meira
04.07.2025

Norðuratlantisk lond savnaðust fyri fyrstu ferð…

Les meira
18.06.2025

Tað hevur manglað leingi, og nú er tað endiliga…

Les meira
12.06.2025

Nám umsitur nú Vitanarfróðu.

Les meira
28.05.2025

Skeiðstilmeldingin er latin upp.

Les meira
22.05.2025

Nú ber til hjá 5. flokkum og eldri at tekna seg…

Les meira