Skip to main content

Hátíðarløta í sambandi við Orðblindakanningina til 3.flokk

31.03.2025

Í síðstu viku var hátíðarløta í Námi í sambandi við at alt tilfarið til Orðblindakanningina til 3. flokk nú er tøkt á prenti. Nám hevur staðið fyri útgávuni og umsitur útflýggjanina av tilfarinum, ið er í snotiligum mappum og er tøkt at fáa hjá lærarum, sum hava verið á skeiði í tilfarinum.

Til ber nú at skráseta úrslitini frá yvirlitskanningunum, sum verða gjørdar í byrjanini av 3. flokki, í OneDrive. Nám umsitur atgongdina til hetta.

Á hátíðarløtuni, sum Orðblindalærarafelagið við Anniku Katrin Joensen, forkvinnu, skipaði fyri, fingu stjórin í Sernámi, Margreth Olsen, varastjórin, Harriet Hansen saman við stjóranum í Námi, Eyðuni Gaard og fyrrverandi stjóra í Sernámi, Emmy S. Joensen, sum nú er ráðgevi í Námi, tilfarið handað frá Monu Nattestad Steintún, audiologopedi, sum hevur hildið á at menna tilfarið í sínum starvi í Sernámi.

Einki standardiserað føroyskt orðblindakanningartilfar við føroyskum normum var tøkt, tá ið Mona Nattestad Steintún og Torgunn Poulsen, sum báðar starvaðust sum audiologopedar í Sernámi, fóru undir at gera orðblindakanningina út frá danska tilfarinum, ið ofta verður nevnt DVO-in. Tær fingu loyvi frá Sernámi at brúka ein part av sínari tíð til hetta arbeiði. Hetta var eitt umfatandi arbeiði, tí danska kanningin kundi ikki bara umsetast, men m.a. skuldi hvør einstøk ljóðskipanarlig fortreyt umframt aðrar grundleggjandi treytir samsvara tí í danska tilfarinum. Alt tilfarið mátti sostatt lagast til føroysk viðurskifti. Eftir hetta varð tilfarið roynt í verki, og hetta var møguligt við vælvild frá fleiri skúlum og lærarum. 

Tilfarið til Orðblindakanningina til 3. flokk umfatar yvirlitskanningarnar, sum skulu gerast av øllum næmingum í byrjanini av 3. flokki, og einstaklingakanningarnar, sum síðani skulu gerast av teimum næmingum, sum stava 8 ella færri tvætliorð rætt. 

Annika Katrin Joensen fegnaðist um týðandi framstigið, at vit nú hava alt tilfarið tøkt á prenti, og segði, at hetta ger tilfarið lættari at brúka. Hon takkaði øllum, sum hava havt ein lut í hesum og hava  stuðlað hesum arbeiði.

Onnur tíðindi

Lær um Canva for Education á Youtube
18.08.2025

Lærarar og næmingar hava fingið atgongd

 

Les meira
18.07.2025

4. flokkur hevur nú fingið spildurnýggja bók í…

Les meira
18.07.2025

Fýra roknibøkur til forskúla og byrjanardeild

Les meira
14.07.2025

Plakat – Tá ið næmingur úr øðrum landi kemur í…

Les meira
Støddfrøði 9 - Grundbók
14.07.2025

Nú er komið á mál við grundbókunum í…

Les meira
10.07.2025

Dagførdar námsætlanir og leiðbeiningar koma í…

Les meira
08.07.2025

Nú kanst tú lesa nógv kend og kanska minni kend…

Les meira
04.07.2025

Norðuratlantisk lond savnaðust fyri fyrstu ferð…

Les meira
18.06.2025

Tað hevur manglað leingi, og nú er tað endiliga…

Les meira
12.06.2025

Nám umsitur nú Vitanarfróðu.

Les meira