Skip to main content

Vitanarfróðu í Námi

12.06.2025

Nám umsitur nú Vitanarfróðu.

Føroyskir skúlanæmingar hava í fleiri ár arbeitt við kanningarháttinum hjá Vitanarfróðu og luttikið í kappingum, sum Granskingarráðið hevur skipað fyri. Kanningarhátturin hjá teimum Vitanarfróðu leggur upp til at undrast, kanna, spyrja, granska, forvitnast og fortelja um eitt sjálvvalt evni.

Í ár vóru tað dreingirnir í 7.b. í Eysturskúlanum, sum vunnu kappingina við frágreiðingini “Hví droyma fólk?”og harvið fingu heiðurin sum “Ársins Vitanarfróðu 2025” og eina virðisløn á 3.000 kr.

Hetta var seinasta ferðin, at Granskingarráðið skipaði fyri kappingini. Framyvir verður tað Nám, sum umsitur Vitanarfróðu og skipar árligu kappingina. Granskingarráðið sleppur tó ikki heilt endanum og verður samstarvspartur hjá Námi.

Tilfarið um Vitanarfróðu er nú tøkt á Snar, og eisini verður ein kveikingardagur fyri áhugaðar lærarar í januar. Tíðliga í heyst kemur eisini nærri kunning um, hvussu kappingin Ársins Vitanarfróðu verður skipað í 2025-2026.

Tilfarið um Vitanarfróðu fevnir um arbeiðshátt, mannagongd, hugskot og frágreiðingar frá undanfarnum kappingum. Eisini ber til at fáa faldarar og plakatir við at støkka inn á gólvið í Námi.

Á kveikingardegnum, sum verður 8. januar, verður arbeitt við tilfarinum og Pál Weihe, granskari, fer greiða frá, hvussu til ber at arbeiða við gransking. Melda til kveikingardagin her.

Vit í Námi vilja takka Granskingarráðnum fyri at hava tikið stig til Vitanarfróðu og fyri samstarvið higartil og gleða okkum til gott samstarv framyvir.

Dreingirnir í 7.b. í Eysturskúlanum saman við dómsnevnd og lærara.

Annika Sølvará í Granskingarráðnum handar Henny Dánialsdóttur í Námi Vitanarfróðu.

Onnur tíðindi

08.07.2025

Nú kanst tú lesa nógv kend og kanska minni kend…

Les meira
04.07.2025

Norðuratlantisk lond savnaðust fyri fyrstu ferð…

Les meira
18.06.2025

Tað hevur manglað leingi, og nú er tað endiliga…

Les meira
12.06.2025

Nám umsitur nú Vitanarfróðu.

Les meira
28.05.2025

Skeiðstilmeldingin er latin upp.

Les meira
22.05.2025

Nú ber til hjá 5. flokkum og eldri at tekna seg…

Les meira
01.05.2025

Undirvísingartilfar til umhvørvisvikuna

Les meira
01.05.2025

Tiltak: Grønar upplivingar fyri alla familjuna í…

Les meira
01.04.2025

Vilt tú hava eitt spennandi og læruríkt…

Les meira
31.03.2025

Í síðstu viku var hátíðarløta í Námi í sambandi…

Les meira