Skip to main content

Starv sum trivnaðarráðgevi í Námi

14.11.2024

Sum liður í arbeiðinum at menna fyribyrgjandi átøk at steðga happing og styrkja trivnaðararbeiðið í skúlaverkinum sóknast Nám eftir dugnaligum og ágrýtnum trivnaðarráðgeva til setanar 1. august 2025. Talan er um fast fulltíðarstarv.

Høvuðsuppgávan hjá trivnaðarráðgevanum er at menna og standa fyri trivnaðarfremjandi skipanum, átøkum og verkætlanum í føroyska skúlaverkinum. Málið er at styrkja trivnaðin hjá føroyskum børnum og ungum. Hetta skal millum annað gerast við:

  • at samskipa og viðgera trivnaðarkanningar
  • at vegleiða ph.d.-lesandi
  • at vegleiða leiðslum, starvsfólkum og næmingum í sambandi við trivnað
  • at samstarva við aðrar áhugapartar um trivnað
  • at luttaka í og skipa fyri trivnaðarátøkum og verkætlanum, so sum verkætlanini Betri vinir og næmingaráðsarbeiði.

Vit vænta, at umsøkjari:

  • hevur innlit í og holla vitan um føroyska skúlaverkið og arbeiðsroyndir haðani
  • hevur góðan førleika at veita ráðgeving
  • hevur góð samstarvsevni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • dugir væl at skapa álit
  • trívist í samstarvi við skiftandi fakbólkar.

Førleikar:

Umsøkjari skal hava master- ella kandidatútbúgving í námsfrøði, frálærufrøði ella sálarfrøði. Ella útbúgving sum fólkaskúlalærari við viðkomandi eftirútbúgving. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjari hevur ph.d. í viðkomandi fakøki.

Vit bjóða:

Eitt spennandi og avbjóðandi starv, har tú:

  • saman við leiðslu og starvsfólkum tekur stig til menna trivnaðin í fólkaskúlanum
  • fert at virka í einum mennandi umhvørvi við regluligum samstarvi við aðrar starvsbólkar í Námi
  • fært førleikamenning eftir umstøðum og tørvi.

Setanarviðurskifti:

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Eyðun Gaard, stjóra í Námi, á telefon 555150 ella í teldubrævi til eydun@nam.fo.

Umsóknarfreist:

Umsókn við avriti av prógvum, C.V. og øðrum viðkomandi skjølum skal vera Námi í hendi í seinasta lagi hin 1. desember 2024 og skal sendast við telduposti á eydun@nam.fo ella til:

Nám

Hoyvíksvegur 72

Postrúm 3279

110 Tórshavn


Nám er stovnur undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, sum veitir tænastur og undirvísingarmiðlar til skúlaverkið. Aðalmálið hjá Námi er at savna og slóða fyri, so at borgarin hevur bestu fortreytir at læra og mennast. Nám skapar og veitir dygdartænastur, ið skulu fremja læring og menning. Høvuðsvirkisøkini hjá Námi eru:

  • at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar - prentað og talgilt tilfar, undirvísingarportalin Snar
  • at veita fakliga og undirvísingarliga ráðgeving
  • at skipa fyri skeiðsvirksemi, miðlasavni, útláni og skeiðum.

Starvsfólk í Námi: Á stovninum arbeiða 35 starvsfólk. Próvstovan er partur av Námi, og á henni arbeiða 7 fólk.

Onnur tíðindi

25.10.2024

Temasíða um filmin Hjartabørn í Kenja er nú á snar

Les meira
16.10.2024

Lesibókin Dropar 7 varð í dag heiðrað við…

Les meira
03.10.2024

PISA kanning verður aftur á vári 2025.

Les meira
23.09.2024

Bókarøðin fevnir um Grundbók, Arbeiðsbók,…

Les meira
20.09.2024

Mikudagin 20. novembur 2024 verður skeið í Námi…

Les meira
17.09.2024

Bøkur, sum stuðla næmingunum í bæði fakligari og…

Les meira
06.09.2024

Nýggj undirvísingargongd um vatn er nú á…

Les meira
12.08.2024

”Føroysk samfelagsfrøði C-stig” komin út í aðru…

Les meira
05.07.2024

sBókin Lestrarmenning í dagførdari og víðkaðari…

Les meira
27.06.2024

Umleið 1300 næmingar á 35 skúlum luttóku í…

Les meira