Skip to main content

Heimlig viðurskifti í undirvísingini

21.10.2021

At styrkja næmingar við vitan um heimligt tilfeingi, er drívmegin hjá Eyðuni Gaard, stjóra í Námi. Í gjár fekk hann evropeiska virðisløn fyri talgilda undirvísingartilfarið “Sjófeingi”, sum Nám eftir stuttari tíð hevur gjørt saman við føroysku vinnuni.

Í sambandi við virðislønarhandina í Námi, greiddi Eyðun frá, hvussu nýskapandi tilfarið í náttúru og tøkni bleiv til.


- Bakkafrost vendi sær á sumri í 2019 til okkara um ger av talgildum tilfari til miðdeild viðvíkjandi aling. Veturin 2019/2020 samskiftu vit aftur og fram, og gjørdu so av at bjóða tilfarið út á Keypsportalinum hjá Gjaldstovuni í august í fjør, sigur Eyðun.

Útboðsheitið, sum varð “talgilt undirvísingartilfar um føðslu og burðardygd”, er ætlað næmingum í 4. - 6. flokki, har føðsla, burðardygd og ábyrgdarfullur matídnaður eru evnið. Í lýsingini varð sagt, at tilfarið skal fevna um leiklutin hjá alivinnuni og fiskivinnuni í Føroyum og at undirvísingartilfarið í vavi skal fevna um 10 undirvísingartímar. Tilfarið skal stuðla undir hugleiðandi, hugfangandi og djúphugsandi læring, sum tekur støði í viðkomandi námsætlanum og teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardyggari menning.

Vinnarin av útbjóðingini gjørdist teldufyritøkan Tökni, sum saman við Sjókovanum bjóðaði seg fram at gera tilfarið undir ritstjórn av Námi.

Tað hevur í tilgongdini verði eitt krav, at eins og í øðrum útgávum, er tað Nám, ið hevur ábyrgd av, at tilfarið heldur seg til námsætlanir. Í útbjóðingartilfarinum og í sáttmálanum við Tökni og Bakkafrost er staðfest, at ”Verkætlanin má á ongan hátt vera merkt av, at ein einstøk fyritøka vil føra seg fram ella hava fyrimun av tilfarinum”.

- Sum stjóri í Námi var eg enntá so avgjørdur hesum viðvíkjandi, at Bakkafrost vendi sær aftur til mín og spurdi, um hetta merkti, at tey ikki fingu loyvi at brúka tilfarið. Men soleiðis skuldi tað ikki skiljast, sigur Eyðun Gaard, stjóri í Námi, sum ger vart við, at endamálið hjá Námi er at gera gott og álítandi tilfar, har spurningar ikki skulu setast við habilitetin.

- Hóast hetta hava nógvir spurningar verið settir við sama habilitet hjá Námi, sigur Eyðun, sum las brot úr frágreiðing, ið hann gav landsstýrismanninum, Jenisi av Rana, um júst sama útgávumál.

- Tá útgávur verða avtalaðar, er tað í sáttmálum. Í hesum føri verður í grein 2 sagt:“Fyri at tryggja, at talgilda frálærutilfarið samsvarar krøvum í námsætlanunum fyri lærugreinarnar heimkunnleika og náttúru og tøkni í ávíkavist námsfrøðiliga partinum (læring), fakliga partinum (innihald), tøkniliga partinum (kt), er neyðugt at talgilda frálærutilfarið verður ment í tøttum samstarvi og sparring millum partarnar”.

- Harvið metir Nám seg at hava lagt eitt skott ímillum fyritøkurnar og tilfarið, sum Nám ritstjórnar, ið leggur dent á, at alt útgivið tilfar ikki bara í hesum føri, men altíð, byggir á galdandi námsætlanir, segði Eyðun, sum veitsludagin í Námi greiddi frá arbeiðsgongdini í aktuella førinum.

- Fyri Sjókovan hevur Unn Laksá staðið fyri arbeiðinum, og Ólavur Ellefsen, stjóri í Tökni, hevur fylgt arbeiðinum tætt. Fyri Nám var Rannvá Hansen ritstjóri, og Tóri Slættalíð kt-didaktikari lyfti síðan ritstjórnarliga partin. Eitt slíkt samstarv ímillum vinnu og ein almennan stovn hava eisini aðrar avbjóðingar. Ritstjórarnir í Námi eru vanir at arbeiða í drúgvum verkætlanum, men ikki í skjóta SCRUM háttinum, sum Ólavur lærdi okkum. Vit hava gransking og námsfrøðiligar læruhættir í hásæti, tá vit hugsa nýtt tilfar, og eru ikki ein samlibandsfabrikk, segði Eyðun ertandi, men kundi tó taka saman um, at samstarvið við Tökni, Sjókovan og Bakkafrost hevur verið sera gevandi.

- Fyri mítt viðkomandi angri eg ikki eina løtu, at vit fóru undir hesa verkætlan, segði hann og vónaði, at vinnan framyvir fer at gagnnýta hendan møguleikan uppaftur meira, soleiðis at okkara næmingar í mest møguligan mun fáa vitan um okkara egna tilfeingi, og ikki danskar pensilingrísar og danskar skógir, tá vit hava eina ríka náttúru at taka av, segði Eyðun Gaard, stjóri í Námi at enda, tá silvurvirðislønin frá Belma varð handa í gjár fyri nýskapandi tilfarið “Sjófeingi”.

 

Onnur tíðindi

07.12.2021

Næmingar úr T1A í Tekniska skúla í Klaksvík vunnu…

Les meira
19.11.2021

Søkt verður eftir dugnaligum, ágrýtnum og…

Les meira
18.11.2021

Nám sóknast eftir námsráðgeva/ritstjóra í…

Les meira
09.11.2021

Starvsfólk til dagligt rakstrar- og…

Les meira
08.11.2021

Orsakað av koronustøðuni eru øll skeið, sum skuldu…

Les meira
01.11.2021

Mánadagin 1. novembur verður sBókin Vinnurættur…

Les meira
29.10.2021

Orsakað av koronustøðuni er avgerð tikin um at…

Les meira
26.10.2021

Norðurlendsk bókmentavika verður 15. - 21.…

Les meira
25.10.2021

Við 30.000 krónum í vinningi skipar Nám aftur í ár…

Les meira
21.10.2021

At styrkja næmingar við vitan um heimligt…

Les meira