Skip to main content

Ull og aling kappast um gull

07.10.2021

Við bókini ”Finka” vann Nám gull í kappingini um bestu skúlabók í Evropa í fjør.

Í ár er Nám í tveimum førum við í kappingini um besta nýggja undirvísingartilfar í Evropa. Í øðrum føri er tað bókin ”Søgur um ull”, sum Ása Hátun hevur skrivað, og í hinum føri er tilfarið ”Sjófeingi”, sum Nám hevur gjørt í samstarvi við Tökni og Sjókovan.

Tað er felagsskapurin European Educational Publishers Group, sum á hvørjum ári skipar fyri BELMA, ið stendur fyri Best European Learning Materials Award.

Úrslitið verður kunngjørt á heimsins størstu bókamessu, sum er í Frankfurt 20.-24. oktober.

Dómsnevndin sigur soleiðis á enskum um føroysku bókina ”Søgur um ull”:

“Wool Stories combines traditional prossessing of wool with hands-on, up to date and inspirational felting. Starts with the basics, and slowly but surely unfolds a world of inspiration and creativity.”

Dómsnevndin sigur soleiðis á enskum um talgilda føroyska undirvísingartilfarið “Sjófeingi”:

“Digital material about the importance of the fishing and salmon industry in the Faroe Islands. Pupils gather basic knowledge about these industries, as well as sustainability and the UN SDGs”, tað eru heimsmálini hjá ST.

- Í 2020 vann ”Finka” gull, so vit eru ógvuliga spent at fáa at vita, hvussu hesar báðar útgávur nú fara at klára seg, sigur Sigfríður Símunarson Sólsker, útgávuleiðari í Námi, nú greitt er, at tvær útgávur hjá Námi eru á úrvalslistanum hjá BELMA í ár.

- Umframt at kappast og í besta føri at vinna, fáa vit sum útgevari høvi til at vísa á, at vit eru til og at vit, hóast smá, eisini eru við, tá umræður at gera tilfar til undirvísing úr egnum jørðildi, sigur Sigfríður.

Mikudagin 20. oktober klokkan 15:00 ber til at fylgja við í Námi, tí tiltakið verður eins og í fjør stroymt á netinum. Har eru øll vælkomin at fylgja við BELMA-handanini. Afturvið bjóðar Nám kaffi og køku.

Skráin fyri tiltaki henda dag er:

  • 15.00 Vælkomin Helga Holtkamp (EEPG) og Jean-Claude, sum er formaður í dómsnevndini
  • 15.05 Pallborðskjak um kappingina við dómsnevndarlimunum Christoph Bläsi og Jim McCall.
  • 15.20 Handanin byrjar og teir 16 vinnararnir verða kunngjørdir.
  • 16.45 Liðugt

 

Til ber eisini at fylgja tiltakinum heima eftir hesi slóð

 

Onnur tíðindi

12.03.2024

Nýggj námsætlan er gjørd til lærugreinina…

Les meira
04.03.2024

Nám gevur út tvey nýggj Hey!-hefti, sum eru ætlað…

Les meira
04.03.2024

Kambodja evnið á næsta Holocaustdegi.

Les meira
29.02.2024

Starv sum námsráðgevi í føroyskum á yrkis- og…

Les meira
22.02.2024

Forvitnislig bókarøð, ið er ætlað til undirvísing…

Les meira
13.02.2024

Leikritini "Páll fangi", "Vónbrot" og "Vinarlig…

Les meira
09.02.2024

Próvstovan sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum…

Les meira
08.02.2024

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum ritstjóra…

Les meira
08.02.2024

Føroyska skúlaverkið var væl umboðað á…

Les meira
24.01.2024

Í summar gav Nám út uppslagsverkið Trap Føroyar,…

Les meira