Skip to main content

Skrivstovufólk til Nám (farloyvisstarv)

20.08.2025

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum fólki til farloyvisstarv sum skrivstovufólk í Námi. Starvið verður sett frá 1. oktober 2025 ella skjótast gjørligt og til 1. november 2026.


Uppgávurnar eru m.a.:

  • at røkja móttøkuna í Námi (telefon og vitjandi)
  • at fyriskipa fundir og skriva fundarfrágreiðingar
  • at fyrireika og avgreiða útlán frá bókasavninum
  • aðrar skrivstovuuppgávur.

Vit leita eftir persóni, ið hevur:

  • Skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
  • Góðan telduførleika (t.d. Office 365, Skjalhald og Búskaparskipan Landsins BSL)
  • Góðan málførleika, serliga í føroyskum, men eisini skandinaviskum og enskum
  • Góð samstarvsevni
  • Møguleika at taka eyka tøk, tá tørvur er á tí.

 

Setanarviðurskifti  

Vit bjóða eitt spennandi starv við nógvum skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti. Tú verður partur av fyrisitingini í Námi. Talan er um eitt fulltíðar skrivstovustarv við møguleikum fyri bæði persónligari og fakligari menning. Um ynski er at arbeiða niðursetta tíð, ber hetta til. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Tann, sum verður sett/ur í starv, má tola møguligar broytingar í starvinum.
 

Umsókn og samband 

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Gaard, stjóra á tlf. 555150. Umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum øðrum skjølum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 7. september 2025 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo.


Nám er stovnur undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, sum veitir tænastur og undirvísingarmiðlar til skúlaverkið. Høvuðsvirkisøkini eru at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar - prentað og talgilt tilfar, undirvísingarportalin Snar, fakliga og undirvísingarliga ráðgeving, skeiðsvirksemi, miðlasavn, útlán og skeið og fyrisitur próvtøkur. Í Námi eru 29 starvsfólk. Próvstovan er partur av Námi, og har arbeiða 7 fólk.
 

Onnur tíðindi

Lær um Canva for Education á Youtube
18.08.2025

Lærarar og næmingar hava fingið atgongd

 

Les meira
18.07.2025

4. flokkur hevur nú fingið spildurnýggja bók í…

Les meira
18.07.2025

Fýra roknibøkur til forskúla og byrjanardeild

Les meira
14.07.2025

Plakat – Tá ið næmingur úr øðrum landi kemur í…

Les meira
Støddfrøði 9 - Grundbók
14.07.2025

Nú er komið á mál við grundbókunum í…

Les meira
10.07.2025

Dagførdar námsætlanir og leiðbeiningar koma í…

Les meira
08.07.2025

Nú kanst tú lesa nógv kend og kanska minni kend…

Les meira
04.07.2025

Norðuratlantisk lond savnaðust fyri fyrstu ferð…

Les meira
18.06.2025

Tað hevur manglað leingi, og nú er tað endiliga…

Les meira
12.06.2025

Nám umsitur nú Vitanarfróðu.

Les meira