Skip to main content

Canva for Education til føroysk skúlabørn

18.08.2025

Lærarar og næmingar hava fingið atgongd

 

Nú kunnu føroyskir næmingar fáa ókeypis atgongd til Canva for Education – eitt snilt og hent amboð at gera plakatir, framløgur, myndir og annað kreativt tilfar til skúlan. 

Jóhannes Mikkelsen skrivar soleiðis um hetta á Teams:

NÝTT: Lærarar og næmingar hava atgongd til Canva for Education

Góðu tit

Vónandi hava tit havt eina góða summarfrítíð og eru tit úthvíld og spent at fara til verka aftur 

Sum nakað nýtt hetta skúlaárið ber til hjá bæði lærarum og næmingum at rita inn á www.canva.com við sínum @skulin.fo telduposti, og harvið fáa ókeypis atgongd til nettænastuna Canva for Education.

Canva  er eitt sera væl dámt, nógv brúkt og brúkaravinarligt amboð, sum serliga kann brúkast til kreativt arbeiði við sniðgeving og skapan av ymiskum - eitt nú av undirvísingartilfari, framløgum, faldarum, plakatum og myndasamklippum (myndakollagum). 

Soleiðis ritar tú inn á Canva:

  1. Far inn á www.canva.com
  2. Trýst á "Log på"
  3. Vel "Fortsæt med e-mail"
  4. Rita inn við tínum @skulin.fo telduposti og loyniorði
Lær um Canva for Education á Youtube

Lær um Canva for Education á Youtube

Onnur tíðindi

Starvið er nýtt og hevur til endamáls at styrkja…

Próvstovan er stongd allan mánadagin tann 4. mai.

Hesa vikuna vera landsroyndirnar hildnar í 4. og…

Námsætlanirnar í týskum, fronskum og sponskum…

Ein handbók til undirvísing, velting og…

Tónleikur - tónafrøði komin út sum sBók – ein…

Plantur til matna sum tilfar til skeið í…

Nú er uppgávubókin til Støddfrøði 9 komin.

Niðurstøðan er greið: Núverandi skipan røkkur ikki…

27. januar er altjóða holocaustdagur, dagurin, har…