Kom og rokna saman við okkum!

Johann Petersen, lærari, hevur aftur latið úr hondum roknibøkur til heildina Kom og rokna.
Hesaferð er talan um fýra vakrar, litríkar og forvitnisligar roknibøkur: Tríggjar eru um at falda ✖️ og ein er um minus ➖.
Við Kom og rokna verða børnini leidd inn í støddfrøðiverðina við løttum, atkomiligum uppgávum. Tey læra at skriva tølini, at plussa, draga frá, falda og býta. Harafturat fáa tey innlit í týdningarmikil støddfrøðilig hugtøk. Eitt av aðalmálunum í Kom og rokna, er at uppgávurnar eru lættar og intuitivar, soleiðis at børnini sjálvi megna at loysa tær. Hetta er góð venjing og eggjar til sjálvstøðugt arbeiði, sum er ein grundarsteinur undir framhaldandi læring í støddfrøði.
Kom og rokna er til forskúla og grunddeild. Bøkurnar hava einfaldar og stuttligar uppgávur, sum hækka í torleikastigi – sum er frámerkt við stjørnum. Tilfarið kann verða nýtt sum innleiðsla til ymisk evni, t.d. tøl, pluss, minus, falda, býta, hagfrøði og krossskipan. Bøkurnar kunnu eisini verða brúktar sum eykatilfar til næmingar, ið antin duga væl og skulu hava serligar avbjóðingar – ella næmingar, sum skulu venja ávísar støddfrøðiligar førleikar.
Johann Petersen, lærari, hevur gjørt og brúkt heftini í sínari undirvísing í støddfrøði, og nú ber til hjá øðrum, at ogna sær tey. Heftini eru nú 14 í tali og ætlanin er at gera fleiri! Kom og rokna 1-14 er til keyps á Bókamiðsøluni.

