Skip to main content

Støddfrøði 9 Grundbók

14.07.2025

Nú er komið á mál við grundbókunum í útgávuheildini Rokning og Støddfrøði.

Grundbók 9 er ætlað til støddfrøði í 9. flokki, og fleiri partar kunnu eisini verða nýttir í 10. flokki og á yrkisnámi. Bókin leggur dent á at knýta støddfrøðina saman við praktiskum viðurskiftum, og eisini eru nógv uppskot til spøl og handaligt virksemi í sambandi við tey ymsu evnini

Í Grundbók 9 eru hesir kapitlar: 

  1. Peningaviðurskifti
  2. Geometri og sniðgeving
  3. Algebra og líkningar
  4. Funktiónir
  5. Líkindi

 

Kapittul 1, Peningaviðurskifti

snýr seg m.a. um persónliga økonomi. Har verða viðgjørd evni sum løn, skattur, frítíðarløn, at gera fíggjarætlan og roknskap, gjaldskort og lán. Eisini verður arbeitt við virðisbroyting, rentu og renturentu. Rokniark verður nógv nýtt.

 

Kapittul 2, Geometri og sniðgeving

fevnir um mátilutfall, perspektiv og útrokningar í sambandi við tríkantar. Harumframt er ein partur um tøkni, list og byggilist. Gev gætur, at sinus og cosinus ikki eru við í Grundbók 9.

 

Kapittul 3, Algegra og líkningar

Her eru høvuðsevnini bókstavarokning, linjurættar líkningar, ólíkningar, líkningaheildir við tveimum ókendum og kvadratsetningarnir. Líkningar á øðrum stigi verða loystar við at faktorisera, men ikki við leiðarriti.

 

Kapittul 4, Funktiónir

Umframt øvut lutfall er høvuðsevnið  funktiónir á øðrum stigi. Arbeitt verður við teimum út frá parablinum, sum verður teknaður bæði við hond og við GeoGebra. Dentur verður lagdur á samanhangin millum einstøku liðini í forskriftini og útsjóndina á grafinum. Kapittulin viðger eisini funktiónir á øðrum stigi í praktiskum samanhangi.

 

Kapittul 5, Líkindi

viðger m.a. ymisk sløg av líkindarokning: roknað  líkindi, hagfrøðilig líkindi og royndarlíkindi (teoretisk, statistisk og eksperimentell líkindi). Eisini verður arbeitt við at útvega dátur til royndarlíkindi við at gera simuleringar, bæði við hond og við rokniarki. Onnur evni eru javnbýtt líkindi og samansett líkindi (fleiri hendingar).

 

Orðasavn

Aftast í Grundbók 9 er orðasavn, har greitt verður frá ymsu hugtøkunum og víst á síðutalið, har tey verða viðgjørd.

Støddfrøði 9 - Grundbók

Onnur tíðindi

Støddfrøði 9 - Grundbók
14.07.2025

Nú er komið á mál við grundbókunum í…

Les meira
10.07.2025

Dagførdar námsætlanir og leiðbeiningar koma í…

Les meira
08.07.2025

Nú kanst tú lesa nógv kend og kanska minni kend…

Les meira
04.07.2025

Norðuratlantisk lond savnaðust fyri fyrstu ferð…

Les meira
18.06.2025

Tað hevur manglað leingi, og nú er tað endiliga…

Les meira
12.06.2025

Nám umsitur nú Vitanarfróðu.

Les meira
28.05.2025

Skeiðstilmeldingin er latin upp.

Les meira
22.05.2025

Nú ber til hjá 5. flokkum og eldri at tekna seg…

Les meira
01.05.2025

Undirvísingartilfar til umhvørvisvikuna

Les meira
01.05.2025

Tiltak: Grønar upplivingar fyri alla familjuna í…

Les meira