Skip to main content

Tilfar til enskt

18.07.2025

4. flokkur hevur nú fingið spildurnýggja bók í enskum

Durita Eldevig Olsen hevur týtt og tillagað vøkru, litríku bøkurnar, og Gunvá Magnussen og Marjun Ziskason hava ritstjórnað. 

Í Enskt 4 venja næmingarnir at samskifta á ymsum pallum. Støðið á tekstunum hækkar ígjøgnum bókina, tekstirnir hóska til aldurin og hava evni, sum gera tað lætt at læra enskt.  

Í Enskt 4 Textbook eru:

  • næmingavinarlig evni
  • somu inngangir í hvørjum evni
  • næmingalagaðir tekstir og uppgávur á trimum torleikastigum
  • litríkar og stuðlandi myndir
  • Bæði tekstir og myndir geva íblástur at lesa meira og at tosa saman á enskum.

Í Enskt 4 Workbook eru:

  • ymsar uppgávur knýttar at evnunum og tekstunum í lesibókini
  • mállærusíður við reglum og uppgávum

Í Enskt 4 Læraravegleiðingini er: 

  • ein stuttur, greiður innleiðandi partur til hvønn kapittul
  • ein gjølla skipaður partur við ábendingum og hugskotum
  • avrit av øllum síðunum í lesibókini, og hvussu tit kunnu arbeiða við ávísu síðunum
  • avrit av øllum síðunum í arbeiðsbókini, og hvussu tit kunnu arbeiða við ávísu síðunum

Onnur tíðindi

Sjey dagførdar námsætlanir verða settar í gildi 1.…

Námsætlanirnar í týskum, fronskum og sponskum…

Ein handbók til undirvísing, velting og…

Tónleikur - tónafrøði komin út sum sBók – ein…

Plantur til matna sum tilfar til skeið í…

Nú er uppgávubókin til Støddfrøði 9 komin.

Niðurstøðan er greið: Núverandi skipan røkkur ikki…

27. januar er altjóða holocaustdagur, dagurin, har…

Myndatema er ein talgild orðabók á 30 málum við…

Dømi um próvtøkuuppgávur til 9. flokk í donskum og…