Skip to main content

Nem komið á mál í Námi

24.09.2021

Týsdagin 28. september kl 15:00 verður útgávutiltak í Námi, nú tólv bøkur eru komnar í røðini Nem.

Røðin, sum er til miðdeild, tað er 3.-6. flokk, er nú fulfíggjað og klár at brúka til allar flokkar í føroyskum.

Bókarøðin er týdd úr danska tilfarinum Plot, og lagað til føroysk viðurskifti.

Til Nem-heildina er næmingabók, ibók, mállærubók og læraravegleiðing.

Gunnvá Dam hevur týtt og lagað tilfarið til føroyskt brúk, og Hannis Egholm hevur umbrotið.

Vitja útgávuheimin Nem

 

Móðurmálstilfar við reyðum tráði

- Nú er stuttligt at vera næmingur í føroyskum í miðdeild. Tað er ein góð kensla, at føroyskir næmingar í miðdeild endiliga hava fingið føroyskt móðurmálstilfar, og ikki bara lesibøkur, sigur Marjun Ziskason, sum saman við Gunvá Magnussen hevur rítstjórnað rúgvusmikla tilfarið.

- Eg vildi ynskt, at eg hevði hetta tilfarið, tá ið eg var næmingur í 3.-6. flokki. Lesing og skriving gongur hond í hond, og nógvar spennandi listaligar uppgávur eru í Nem bókunum, sigur Gunvá, nú allar tólv bøkurnar eru lidnar.

- Plot bleiv valt í 2013. Avgerðin um at velja Plot bleiv tikin, tí at hildið var, at tilfarið var væl egnað at týða og tillaga, og ein talgildur pallur fylgdi við. Harafturat er tilfarið væl skipað við einum týðiligum reyðum tráði og væl gjøgnum arbeitt, siga tær báðar, Marjun og Gunvá í Námi.

 

Rannsóknararbeiði í fongsilskjallaranum

Gunvá og Marjun hava verið í pengaboksini hjá Bank Nordik, sum er í kjallaranum í nýggju politistøðini, at finna listaverkið, ”Regin Smiður ”, eftir William Heinesen, tí tær vildu brúka tað í fyrstu bókini, sum er Nem í triðja.

- Vit hava eisini tosað við Arnold Vegghamar, at finna eitt heilt serstakt verk, ”Hagi” frá 2005, sum tað vísti seg, at ein privatmaður í Havn átti. Har hava vit so avmyndað málningin og sett hann í Nem í bókina til fjórða flokk, siga tær báðar.

Nógv sløg av tekstum

Nærum allar stuttsøgurnar eru nýskrivaðar til Nem-heildina, sum eisini er myndprýdd av føroyskum listafólkum.

Í bókunum eru nógv sløg av tekstum og fleiri nýggjar avbjóðingar eru til næmingarnar í málbólkinum.

- Tey átta árini, vit hava arbeitt við tilfarinum til allar bøkurnar, hava vit eisini fingið jaligar afturmeldingar um tilfarið í bókunum, sum longu eru komnar út, siga Marjun og Gunvá, og blaða upp í nýggjastu bókini, sum byrjar við málninginum ”Sjálvsmynd” hjá Ruth Smith frá 1955.

- Vit hava longu hoyrt frá skúlum, sum arbeiða við hesum evni, at gera sjálvsmyndir.

 

Byggir á heildaráskoðan

Samanrenning er millum munnligt og skrivligt arbeiði, og í lidnu bókunum verður ferðast víða í tekstsløgum og huglagi. Onkrar uppgávur leggja dent á at læra ymisk yrkishugtøk í lærugreinini, aðrar leggja dent á tað skapandi bæði innan munnliga og skrivliga frásøgn, meðan uppaftur aðrar geva næmingunum grundleggjandi kt-førleikar.

Umframt vanligu tekstsløgini verður eisini undirvíst í filmi og filmsgerð, heimasíðum og heimsíðugerð, tíðindum og retorikki.

- Bókaheildin Nem byggir á eina heildaráskoðan, har næmingurin mennir førleikar at tulka, at samskifta og at verða sosialur. Í lærarabókini verður dentur lagdur á undirvísing, sum bæði er fjølbroytt og virkin, siga Gunvá og Marjun, sum eru ritstjórar í Námi.

Øll eru vælkomin til útgávutiltakið, sum verður í Námi týsdagin 28. september kl 15:00.

Vælkomin!

Vitja útgávuheimin Nem

Onnur tíðindi

12.03.2024

Nýggj námsætlan er gjørd til lærugreinina…

Les meira
04.03.2024

Nám gevur út tvey nýggj Hey!-hefti, sum eru ætlað…

Les meira
04.03.2024

Kambodja evnið á næsta Holocaustdegi.

Les meira
29.02.2024

Starv sum námsráðgevi í føroyskum á yrkis- og…

Les meira
22.02.2024

Forvitnislig bókarøð, ið er ætlað til undirvísing…

Les meira
13.02.2024

Leikritini "Páll fangi", "Vónbrot" og "Vinarlig…

Les meira
09.02.2024

Próvstovan sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum…

Les meira
08.02.2024

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum ritstjóra…

Les meira
08.02.2024

Føroyska skúlaverkið var væl umboðað á…

Les meira
24.01.2024

Í summar gav Nám út uppslagsverkið Trap Føroyar,…

Les meira