Skip to main content

Nám í Skúlaleikum

08.09.2021

Skjøtul var sett á Skúlaleikir, tá ið 50 ítróttalærarar savnaðust til undirvísing í høllini á Hálsi. ÍSF er høvðussamskipari, og Nám er við at samskipa skeiðini. Ítróttasendingin 3-2 hjá kringvarpinum hevur gjørt eitt innslag um Skúlaleikir.

Í Skúlaleikum verður dentur lagdur á felagsskapin í flokkinum og gleðina við at røra seg. Næmingarnir fáa eina uppliving saman, vinna sær stig saman og fáa eyka stig fyri at heppa á hvønn annan. Øll skulu kenna seg væl, tí Skúlaleikir eru fyri øll.

Heimsíðan skulaleikir.fo

 

Her er brot um Skúlaleikir úr ítróttasendingini 3-2 í Kringvarpi Føroya:

Um Skúlaleikir

Skúlaleikir eru hugsaðir, sum eitt átak, sum skal geva lærugreinini ítrótti og lærarunum íblástur og fakliga sparring - uttan at krevja nakað eyka av læraranum ella skúlanum. Luttøkan í Skúlaleikum byrjar við, at lærarin luttekur í hesum skeiði á Námi, har lærarar fáa undirvísing og upplæring í tilfarinum og teimum mest grundleggjandi venjingunum.

Um áhugi er, bjóða sersambondini seg at koma út á skúlarnar í ein tíma at leggja lag á, og síðani bjóða tey flokkunum til lokalar stevnur, har allir flokkar sleppa at vera við og royna seg saman við næmingum frá øðrum skúlum. Kommunurnar standa fyri ferðaútreiðslum til næmingarnar í egnari kommunu í sambandi við luttøku á Skúlaleikum.

 

Onnur tíðindi

07.12.2021

Næmingar úr T1A í Tekniska skúla í Klaksvík vunnu…

Les meira
19.11.2021

Søkt verður eftir dugnaligum, ágrýtnum og…

Les meira
18.11.2021

Nám sóknast eftir námsráðgeva/ritstjóra í…

Les meira
09.11.2021

Starvsfólk til dagligt rakstrar- og…

Les meira
08.11.2021

Orsakað av koronustøðuni eru øll skeið, sum skuldu…

Les meira
01.11.2021

Mánadagin 1. novembur verður sBókin Vinnurættur…

Les meira
29.10.2021

Orsakað av koronustøðuni er avgerð tikin um at…

Les meira
26.10.2021

Norðurlendsk bókmentavika verður 15. - 21.…

Les meira
25.10.2021

Við 30.000 krónum í vinningi skipar Nám aftur í ár…

Les meira
21.10.2021

At styrkja næmingar við vitan um heimligt…

Les meira