Skip to main content

Tvey størv sum kt-fólk

16.07.2021

Nám sóknast eftir tveimum dugnaligum og ágrýtnum kt-didaktiskum ráðgevum til setanar 1. september 2021

Talan er um tvey fyribilsstørv fyri fólk í farloyvi fram til 31. juli 2022. Annað starvið kann verða parttíðarstarv, t.d. hálv tíð. Starvið kann eisini samskipast við lærarastarvið í fólkaskúlanum.

Tørvur er á tveimum ráðgevum, ið kunnu vera við til at menna kt-didaktiska økið, serliga í fólkaskúlanum. Tey, ið sett verða, fara at hava stóra ávirkan á innihaldið og ráðleggingina í starvinum. Talan er tí um fjølbroytt og áhugaverd størv, har møguleiki er fyri fakligari og persónligari menning.

Nám er stovnur undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum. Nám veitir skúlaverkinum ymiskar tænastur sum útlán av skúlatilfari, skeið, Snar, Office365 og gevur út undirvísingartilfar. Ráðgevarnir verða partur av kt-toyminum.

 

Arbeiðsøkið fevnir um:

  • At ráðgeva skúlunum í kt-didaktiskum spurningum.
  • At ráðgeva skúlunum og hjálpa við at verkseta talgildar pallar í undirvísingini (sum t.d. Office365 og WISEflow).
  • At skipa fyri skeiðum og hava tætt samband og samstarv við skúlarnar.
  • At vera við at menna kt-námsfrøðiliga partin í útgávunum hjá Námi.
  • At veita support til skúlar.

 

Vit leita eftir persónum, ið hava:

  • Útbúgving sum fólkaskúlalærari ella samsvarandi.
  • Góðan førleika at seta teg inn í talgildar loysnir.
  • Hugflog at hugsa í nýggjum leiðum og dirvi at royna hetta í verki.
  • Góðan teldukunnleika og kunnleika til mál – serliga føroyskt, men eisini norðurlendskt og enskt.
  • Góð samstarvsevni og førleika at arbeiða sjálvstøðugt.
  • Royndir við at verkseta kt í skúlaverkinum.

Umsøkjarar, ið hava serliga viðkomandi eftirútbúgving t.d. innan kt og læring, viðkomandi kt-didaktiskar royndir ella hava royndir í verkætlanarleiðslu og verkætlanarstýring hava fyrimun.

 

Setanarviðurskifti

Vit bjóða tvey sera spennandi og avbjóðandi tíðaravmarkað størv við nøkrum bundnum uppgávum, ið skulu avgreiðast innan settar tíðar- og fakkarmar. Harafturat skulu tey, ið sett verða, vera við til at mynda størvini og starvsinnihaldið. Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag við setan 1. september 2021 ella skjótast gjørligt. Møguliga kunnu størvini gerast føst størv, tá setanartíðin er farin, um fíggjarligu umstøðurnar loyva tí.

 

Umsóknir og samband

Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Eyðun Gaard, stjóra í Námi, á tel. 555 150 ella við telduposti á eydun@nam.fo. Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin tann 15. august 2021 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo

Onnur tíðindi

09.09.2021

Fólkaheilsuráðið hevur gjørt ein bókling við…

Les meira
08.09.2021

Skjøtul var sett á Skúlaleikir, tá ið 50…

Les meira
31.08.2021

Nýggjar heimasíður hjá Námi og Próvstovuni eru…

Les meira
25.08.2021

Nám gevur út Gaia 4, útgávuheild til Náttúru og…

Les meira
23.08.2021

Árni Dahl hevur hevur gjørt 95 nýggjar sagnir til…

Les meira
20.08.2021

Í dag varð nýggja útgávan Føroysk samfelagsfrøði…

Les meira
20.08.2021

Til skúlaárið 2021/22 fekk Nám egnan sBókahandil.

Les meira
17.08.2021

“Føroysk samfelagsfrøði – C-stig” er spildurnýggj…

Les meira
02.08.2021

Endurlýsing – námsráðgevi í fremmandamálum í …

Les meira
16.07.2021

Nám sóknast eftir tveimum dugnaligum og ágrýtnum…

Les meira