Skip to main content

Tekniski skúli í Klaksvík vann

07.12.2021

Næmingar úr T1A í Tekniska skúla í Klaksvík vunnu filmskappingina hjá Námi um heimsmálini. Tað varð avdúkað í Havnar Bio í kvøld.

Eyðun Gaard handaði flokkinum tær 30.000 krónurnar, sum dómsnevndini hevði mælt til. Formaður í dómsnevndini, sum telur fimm fólk, er Árni Øregaard.

Allir filmarnir síggjast her »»

Um vinnaran segði dómsnevndin soleiðis:

”Vinnandi filmurin byrjar við eini upptakt, ella anslagi, har ljóðið verður tvinnað saman við nøkrum fremmandum, so vit eru á varhaldi. Tí ein dissonansur er komin í.

Tá so kvinnuligi høvuðsleikarin verður hildin upp móti mannfólkarøddini, sum er innaru orðingarnar og tankarnir, og bendingarnar harafturat skifta millum kallkyn og kvennkyn, skilja vit, at hetta er eitt floksavrik.

Ytra skapið er væl frágingið.

Fagurfrøðiliga, estetiskt, eru næmingarnir so væl vandnir, at tá vit síggja eina vatnfløsku á vesinum, er eingin órógvandi etikett. Alt er hugsað í reinum flatum. Betong-trappurnar og nógvu gongirnar í skúlanum eru brúktar við fynd at lýsa sinnisligu støðuna hjá høvuðsleikaranum. Eisini tá hon einsmøll fer oman í ósan at rópa mitt í heimstaðnum.

Tá truplaða gentan brýtur við myrkrið og velur ljósið, skiftir tónleikurin samsvarandi tónaslag og huglag.

Vinnari í stuttfilmskappingini hjá Námi um Heimsmálini við høvuðsdenti á trivna og sálarheilsu fyri øll er filmurin: ”Neisøgni til vælvildu” frá Tekniska skúla í Klaksvík T1A.

Til lukku tit øll,” segði Eyðun Gaard og handaði næmingunum vinningin.

Lærari er Magni Husgaard, og Heidi Gregersen og Karin Kirke Petersen hava verið inn yvir evnið. Høvuðsleikari í filminum er Nomi Petersen. Upplesari er Magnus H. í Hjøllum og tey, sum hava skrivað tekstin í filminum eru Jákup E. í Løðu, Magnus H. í Hjøllum, Ida Thune, Nomi Petersen og Sigurð W. Johannesen, sum eisini hevur klipt. Ida Thune, Magnus H. í Hjøllum og Sigurð W. Johannesen hava filmað.

Allir filmarnir síggjast her »»

Vinnararfilmurin sæst niðanfyri her

Onnur tíðindi

12.06.2025

Nám umsitur nú Vitanarfróðu.

Les meira
28.05.2025

Skeiðstilmeldingin er latin upp.

Les meira
22.05.2025

Nú ber til hjá 5. flokkum og eldri at tekna seg…

Les meira
01.05.2025

Undirvísingartilfar til umhvørvisvikuna

Les meira
01.05.2025

Tiltak: Grønar upplivingar fyri alla familjuna í…

Les meira
01.04.2025

Vilt tú hava eitt spennandi og læruríkt…

Les meira
31.03.2025

Í síðstu viku var hátíðarløta í Námi í sambandi…

Les meira
31.03.2025

Námsætlanirnar í alisfrøði og evnafrøði 7-9,…

Les meira
21.03.2025

Nám sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum…

Les meira
10.03.2025

Plantur til matna – Ein ókeypis bók um…

Les meira