Skip to main content

Starvsfólk til Próvstovuna

19.09.2022

Próvstovan sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum fólki til fulltíðarstarv sum próvtøkufyriskipari á undirvísingarøkinum. Starvið verður sett 1. novembur 2022 ella skjótast gjørligt.

 Gevið gætur! Freistin er farin, og starvið er sett 

Uppgávurnar eru m.a.:

  • at samskipa og fyrireika próvtøkur
  • at samskifta við uppgávunevndir um uppgávugerð
  • at seta upp próvtøkuuppgávur
  • at samskifta við skúlar og próvdómarar um próvtøkur
  • at arbeiða í próvtøkuskipanini WISEflow
  • at framleiða, skipa og leggja fram hagtøl
  • at gera samsýningar fyri próvtøkuvirksemi klárar til útgjald.

Vit leita eftir persóni, ið hevur:

  • viðkomandi útbúgving
  • góðan telduførleika (Office 365, Adobe forritini, WISEflow o.a.)
  • góðan málførleika, serliga í føroyskum, men eisini skandinaviskum og enskum
  • førleika at arbeiða sjálvstøðugt og undir tíðartrýsti
  • góð samstarvsevni
  • møguleika at taka eyka tøk, tá tørvur er á tí.

Starvsroyndir í føroyska skúlaverkinum kunnu vera ein fyrimunur.

Setanarviðurskifti

Vit bjóða eitt spennandi starv við nógvum skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti. Talan er um eitt sjálvstøðugt starv við møguleikum fyri bæði persónligari og fakligari menning. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Tann, sum verður sett/ur í starv, má tola møguligar broytingar í starvinum.

Umsókn og samband

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Hannu Ziskason Hansen, deildarleiðara á Próvstovuni, á tlf. 555110. Umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum øðrum skjølum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 6. oktobur 2022 kl. 12.00 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo.

Próvstovan er deild í Námi undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum, sum tekur sær av øllum próvtøkuhaldi, sum ráðið hevur endaligu ábyrgdina av. Tað er próvtøkuhald í fólkaskúlanum, á miðnámi, maritimu skúlunum, heilsuskúlanum, yrkisútbúgvingunum og kvøldskúlunum. Á Próvstovuni arbeiða sjey fólk.

Onnur tíðindi

01.05.2025

Tiltak: Grønar upplivingar fyri alla familjuna í…

Les meira
01.04.2025

Vilt tú hava eitt spennandi og læruríkt…

Les meira
31.03.2025

Í síðstu viku var hátíðarløta í Námi í sambandi…

Les meira
31.03.2025

Námsætlanirnar í alisfrøði og evnafrøði 7-9,…

Les meira
21.03.2025

Nám sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum…

Les meira
10.03.2025

Plantur til matna – Ein ókeypis bók um…

Les meira
08.03.2025

Á kvinnudegnum 8. mars 2025 verður filmurin Karyat…

Les meira
25.02.2025

PISA-kanningin verður í tíðarskeiðnum frá 3. mars…

Les meira
13.02.2025

Bókin Kom og les raðið er ein stór hjálp hjá…

Les meira