Skip to main content

Gera film í alis og -evnafrøði

06.09.2024

Nýggj undirvísingargongd um vatn er nú á fakportalinum hjá Námi

Nám hevur givið út eina nýggja undirvísingargongd, sum leggur dent á týdningin av reinum vatni til framtíðar ættarlið. Undirvísingargongdin er á fakportalinum hjá Námi og er ætlað næmingum í hádeild í alis- og evnafrøði og/ella lívfrøði, har teir læra um avbjóðingarnar við drekkivatnsveiting, bæði her heima og í øðrum londum. Ein kapittul er settur av til heimsmál 6, og tann aftasti kapittulin fevnir um fleiri ymisk vatn-verkevni, sum kunnu brúkast í øllum teimum náttúruvísindaligu lærugreinunum í fólkaskúlanum.

Tilfarið kann eisini nýtast í sambandi við árligu filmskappingina um Heimsmálini, sum Nám skipar fyri. Evnið í ár er Heimsmál 6, sum snýr seg um reint vatn og reinføri. Næmingarnir skulu framleiða ein stuttfilm, sum lýsir hetta evnið, og vinnararnir fáa 30.000 krónur. Freistin at lata filmar inn er 12. november 2024, og útvaldir filmar verða vístir í Havnar Bio týskvøldið 3. desember, tá ið vinnarin verður kunngjørdur og heiðraður. Les meira um filmskappingina her.

Við hesari nýggju undirvísingargongdini fáa vit betri innlit í týdningin av reinum vatni og burðardyggari umsiting av hesum lívsneyðuga tilfeingi. Næmingarnir fáa møguleikan at granska og skilja, hvussu vit í okkara samfelag kunnu tryggja reint vatn til øll – eitt evni, sum er avgerandi bæði í Føroyum og úti í heiminum.

Onnur tíðindi

17.09.2024

Bøkur, sum stuðla næmingunum í bæði fakligari og…

Les meira
06.09.2024

Nýggj undirvísingargongd um vatn er nú á…

Les meira
12.08.2024

”Føroysk samfelagsfrøði C-stig” komin út í aðru…

Les meira
05.07.2024

sBókin Lestrarmenning í dagførdari og víðkaðari…

Les meira
27.06.2024

Umleið 1300 næmingar á 35 skúlum luttóku í…

Les meira
21.06.2024

Roknibøkur til tey yngstu

Les meira
14.06.2024

Tvey uppgávusett til framseting í føroyskum í 9.…

Les meira
13.06.2024

Vinningurin er 30.000 kr.

Les meira
11.06.2024

Skeiðstilmeldingin er latin upp.

Les meira
30.05.2024

Námsætlanin í kravda undirvísingarevninum…

Les meira