Skip to main content

Mannagongdir viðvíkjandi talgildum pallum

Ábyrgdarøkini eru býtt út til ritstjórarnar, sum samskipa talgildu útgávurnar og menna ymsu portalarnar tøkniliga og innihaldsliga. Ritstjórin leiðir útgávutilgongdini og tryggjar, at samlaða tilfarið røkkur øllum virkisøkinum í lærugreinini, at náms- og lesiætlanir eru fylgdar og øll kravd mál nádd.

Ritstjórar úr bókatoyminum varða av innihaldinum á teimum ymsu talgildu pallunum (i-bók, s-bók, snar, nam og fakportalar)  - í tøttum samstarvi við grafikarar og kt-fólk.