Snar og Nám
Snar er, saman við heimasíðuni hjá Námi - ein opin undirvísingarportalur, sum hevur til endamáls at gera tað lættari hjá lærarum, næmingum, foreldrum og øðrum at finna fram tilfar, tænastur og tíðindi, ætlað skúla og undirvísing.
Tilfarið á Snar er egin framleiðsla, týtt og tillagað tilfar frá útlendskum veitarum og tilfar frá veitarum í Føroyum. Tilfarið er til allar lærugreinir og øll aldursstig í fólkaskúla og miðnámsskúla. Tilfarið er fakliga, námsfrøðiliga og málsliga viðgjørt og í tráð við lesiætlanir og regluverk annars.
Tilfar, tænastur og tíðindi skulu so vítt gjørligt vera frítt atkomulig hjá brúkarunum. Upphavsrættur og annað kann kortini í ávísum førum avmarka atkomuna.
Les meira um útgávurnar hjá Námi:
Útgávumannagongd
Talgildar útgávur
Snar og Nám - heimasíðurnar