Skip to main content

Útgávumannagongd

Allar útgávur hjá Námi eru ætlaðar undirvísingarverkinum.

Útgávurnar eru skipaðar sum heildir og fevna vanliga um grundbók, arbeiðsbók, læraravegleiðing og annað ískoyitstilfar. Umframt hetta er talgilt tilfar á Snar.
Grundsjónarmiðið er, at samlaða tilfarið skal røkka alt virkisøkið í lærugreinini og tryggja, at náms- og lesiætlanir eru fylgdar og øll krøv eru lokin.

Tá ein bókaheild verður sett í verk kanna leiðarin í bókatoyminum, ritstjórin og fakráðgevar námsætlanina og fáa til vega nýggjastu útgávur í lærugreinini úr grannalondum okkara.

Hugaroksfundur er fyri lærarar, ið hava undirvíst í lærugreinini í fleiri ár, og sum flest allir eisini hava lærugreinina sum linjufak.

Síðani fær ritstjórin endaligu ábyrgdina av útgávuni og í samráð við toymisleiðaran verður rithøvundur ella týðari settur at skriva tilfarið. Somuleiðis verður ein stuðulsbólkur av lærarum settur at viðgera, og í so stóran mun sum gjørligt royna tilfarið úti á skúlunum.

Ritstjórin hevur ábyrgdina av yrkisligari og málsligari viðgerð av handritinum og sniðgeving, myndprýðing, umbróting og prenting av bókini.

Í samstarvi við KT-toymið verður útgávan og ískoytistilfarið til útgávuna lagt út á ein hóskandi talgildan pall. 

Tá ið tilfarið er roynt eina tíð úti á skúlunum, verður útgávan endurskoðað og neyðugar broytingar gjørdar til endurútgávu.