Skip to main content

Um Nám

Nám er stovnur undir Barna og útbúgvingarmálaráðnum, sum veitir tænastur og undirvísingarmiðlar til skúlaverkið. Høvuðsvirkisøkini eru at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar - prentað og talgilt tilfar, undirvísingarportalin Snar, fakliga og undirvísingarliga ráðgeving, skeiðsvirksemi, miðlasavn og útlán, samskiftisskipanina Microsoft Office365 og skeið.

Játtanin á fíggjárlógini er um 12 mió. kr., umframt at stovnurin hevur sølu og tænstuveiting fyri góðar 8 mió. kr. Í Námi eru 21 starvsfólk.