Skip to main content

Kotarar til PISA

20.04.2022

Próvstovan/Nám leitar eftir 4 lesandi í Keypmannahavnarøkinum til kotingararbeiði í sambandi við PISA-22.

Próvstovan/Nám søknast eftir 4 fólkum til arbeiðið at kota svarini í sambandi við PISA-kanningina, ið júst hevur verið.

Arbeiðið er býtt í tveir bólkar, og tørvur er á tveimum fólkum til hvønn bólkin. Arbeiðið við at kota verður gjørt í samstarvi við Danmarks Statistik.

Kotingartíðarskeiðið fevnir um nakrar dagar í tíðarskeiðnum frá 25. apríl til 17. juni 2022.

Á talvuni niðanfyri framgongur, hvussu arbeitt verður í tíðarskeiðinum. Her sæst, hvørjir dagarnir eru, ið ein fær til at lesa kotingartilfarið, nær upplæringin í at kota er, og í hvørjum tíðarskeiðið kotað verður.

Kravið til lestrarstørvini er, at ein lesur hægri lestur og er vanur at hugsa abstrakt. Um ein skal kota økini ”Mat og Science”, er tað ein fyrimunur, at einum dámar tøl.

  

Kotingartíðarskeið

 

Lesing av kotningartilfari

Upplæring

Koting av næmingasvarum

Mat                                     

 

 

3 dagar

= 25.-27. apríl

4 dagar

= 28.-29. apríl +

    2.-3. maj

10 dagar

= 4.-18. maj.

Science

 

2 dagar

= 19.-20. mai

1 dagur

= 23.mai

5 dagar

= 24.mai – 3.juni

Fríggjadagin 27. mai, hava fleiri frí, so tað er eitt sindur upp til tann einstaka kotaran, um tey hava hug at kota henda dagin.

Financial Literacy

 

2 dagar

= 7.-8.juni.

1 dagur

= 9.juni

5 dagar

=10.-16.juni

Reading

 

3 dagar

= 2.-4.mai

2 dagar

= 5.-6.mai

9 dagar

= 9.mai-20.mai

Creative Thinking

 

3 dagar

= 23.-25.mai

3 dagar

= 1.-3.juni

9 dagar

= 7.-17.juni

 

Bólkur 1 (Grønur) er tann bólkurin av kotarum sum byrjar fyrst. Og sum síðan kann kota “Mat.”, “Science”, og “Financiel Litteracy”.

Bólkur 2 (gulur) er hin bólkurin, sum fyrst kotar “Reading” og síðan “Creative Thinking”.

 

Tímaløn verður veitt sambært sáttmálanum hjá Føroya Arbeiðarafelag, og er í løtuni 135,56 + feriuløn 12% um tíman.

Vilt tú vita meir um lestrarstarvið kanst tú seta teg í samband við Moniku Klingsbjerg-Besrechel frá Danmarks Statistik, teldupostadressan er:  MOM@dst.dk

Áhugaði verða biðin um at senda eina umsókn til lestrarstarvið í seinasta lagi 22. apríl 2022 til Próvstovuna, teldupostadressuna: provstovan@provstovan.fo ella asa@provstovan.fo

 

Onnur tíðindi

12.06.2025

Nám umsitur nú Vitanarfróðu.

Les meira
28.05.2025

Skeiðstilmeldingin er latin upp.

Les meira
22.05.2025

Nú ber til hjá 5. flokkum og eldri at tekna seg…

Les meira
01.05.2025

Undirvísingartilfar til umhvørvisvikuna

Les meira
01.05.2025

Tiltak: Grønar upplivingar fyri alla familjuna í…

Les meira
01.04.2025

Vilt tú hava eitt spennandi og læruríkt…

Les meira
31.03.2025

Í síðstu viku var hátíðarløta í Námi í sambandi…

Les meira
31.03.2025

Námsætlanirnar í alisfrøði og evnafrøði 7-9,…

Les meira
21.03.2025

Nám sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum…

Les meira
10.03.2025

Plantur til matna – Ein ókeypis bók um…

Les meira