Skip to main content

Endurlýsing – ráðgevi í fremmandamálum

02.08.2021

Endurlýsing – námsráðgevi í fremmandamálum í  fólkaskúlanum

Ynskir tú at standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning og hevur gott innlit í viðkomandi lærugreina- ella læriøki, so hevur tú møguleika at gera tína ávirkan galdandi sum námsráðgevi.

Nám hevur bygt upp eina ráðgevaskipan við atliti at fjølbroytta virksemi og endamálsorðing fólkaskúlans. Ráðgevin verður partur av einum tvørgreinaligum samstarvi. Søkt verður eftir einum námsráðgeva í  fremmandamálum – í fyrsta lagi donskum

 

Um starvið

Ráðgevin skal fylgja við í tí, sum hendir innan lærugreinaøkið, og skal sum part av hesum kunna seg um námsætlanir, námsfrøðiliga gransking og fakligu avbjóðingarnar og menningina, sum eru á fólkaskúlaøkinum í londunum kring okkum, serliga í Norðurlondum.

Ráðgevin skal virka fyri at menna  námsætlanina og gera tilmæli til Mentamálaráðið um dagføringar. Hann skal samskifta við skúlar og kunna svara námsfrøðiligum og fakligum spurningum við atliti at námsætlanini, tilfari og undirvísingarligum spurningum. Ráðgevin skal eisini ráðgeva um próvtøkur fólkaskúlans og landsroyndir, herímillum ráðgeva uppgávunevndum.

 

Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving, starvsroyndir í fólkaskúlanum umframt serligar førleikar og royndir í viðkomandi lærugreina- ella læriøkjum. Persónligar dygdir hjá umsøkjarum eru, at viðkomandi skal hava:

  • áhuga fyri fakligari og námsfrøðiligari menning
  • góð samstarvsevni og vera fyrikomandi
  • góðar samskiftisførleikar
  • góðan málførleika, serliga í føroyskum

Setanarviðurskifti

Ráðgevin verður knýttur at Námi, men skal eisini vera í starvi sum fólkaskúlalærari í einum fólkaskúla. Ráðgevastarvið telur 1080 árstímar skúlaárið 2021/2022, og fær ráðgevin samsvarandi niðurskurð í lærarayrkinum.

Ráðgevin verður løntur sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Talan er um tíðaravmarkað starv, har setanartíðin er 3 skúlaár frá 1. august 2021. Broytingar kunnu verða gjørdar í arbeiðsuppgávunum.

 

Umsóknir

Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og aðrari viðkomandi útbúgving skal vera Námi í hendi í seinasta lagi sunnudagin 22. august 2021.

 

Umsóknin skal sendast til:

Nám

Hoyvíksvegur 72

FO-100 Tórshavn

ella við t-posti á eydun@nam.fo.

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Eyðun Gaard, stjóra, tlf. 555150.

  

 

Onnur tíðindi

17.06.2022

Nú er klárt at tekna seg til skeiðini, sum verða í…

Les meira
02.06.2022

Í 1993 kom fyrsta føroyska atlas ”Heimsatlas”. Tá…

Les meira
30.05.2022

Søkt verður eftir framskygdum deildarleiðara til…

Les meira
20.05.2022

Gunvá Magnusen, ritstjóri í Námi, sigur, at í nógv…

Les meira
18.05.2022

Til munnligu próvtøkuna í fólkaskúlanum í 2022…

Les meira
16.05.2022

Redaktiónin á undirvísingaportalinum Snar hevur…

Les meira
Mynd: Ólavur Frederiksen - Faroeohoto
27.04.2022

Vísindavøkan 2022 verður hildin í Løkshøll í…

Les meira
20.04.2022

Próvstovan/Nám leitar eftir 4 lesandi í…

Les meira
08.04.2022

Hósdagin 7. apríl, fekk landsstýrismaðurin handað…

Les meira
06.04.2022

Seinasta mánaðin hava 670 næmingar í níggjunda…

Les meira