Skip to main content

Ruanda verður evnið á Holocaustdegnum í 2024

02.08.2023

Amnesty International og Nám hava gjørt av, at Ruanda í Afrika verður evnið á holocaustdegnum í 2024. Tá verða 30 ár liðin síðan fólkamorðið í afrikanska landinum. Hetta er fyrstu ferð at vit taka upp eitt land í heimspartinum Afrika.

Holocaustdagurin 2024 verður fríggjadagin 26. januar. Vestmanna skúli er vertsskúli.

Ein brellbiti verður gjørdur til skúlaársbyrjan, har samskiparin hjá Námi og aðalskrivarin í Amnesty greiða frá evninum og um, hvat fólkamorð er, so lærarin er fyrireikaður.

Á sjálvum holocaustdegnum og í stuttum filmi í góðari tíð undan degnum, fer Tóra Petersen at greiða frá um transgenerationell traumatisering. Onnur uppskot, sum eru á tekniborðinum, eru at tosa við afrikanska Amnesty kontórið, sum er næst við Ruanda, um hvussu støðan er í landinum í dag, og hvussu støðan í Ruanda var, tá hon var ringast.

Vit hava eisini sett okkum fyri at fáa svar uppá, hvussu tað ber til, at politikarar í Evropa í álvara ætla at senda flóttar til Ruanda at vera. At enda hava vit notera okkum, at filmurin Hotel Rwanda (2004) eisini er til, og vilja viðmæla, at skúlar fáa atgongd til henda film. Í flestu londum hevur filmurin 13 ára aldursmark.

Vendingin ”rikin á flótta”, sum sæst á plakatini, er tikin úr Fjórðu Mósebók í Bíbliuni: hann rekur synir sínar á flótta. Henda vending er eisini brúkt í orðabókini hjá Orðabókagrunninum.

Eru uppskot um evni til holocaustdagin 2024 og yvirhøvur, taka vit fegin ímóti.

Far á temasíðuna um fólkadráp

Onnur tíðindi

24.04.2024

Upp- og afturlatingartíðir

Les meira
Mynd av drongi, ið hyggur at grafum
17.04.2024

Hesa vikuna eru allir næmingar í 4. og 6. flokki…

Les meira
08.04.2024

Námsætlan í kravda undirvísingarevninum…

Les meira
19.03.2024

Starv sum námsráðgevi í føroyskum á yrkis- og…

Les meira
12.03.2024

Í sBókini Plantur til matna eru meira enn 150…

Les meira
12.03.2024

Nýggj námsætlan er gjørd til lærugreinina…

Les meira
04.03.2024

Nám gevur út tvey nýggj Hey!-hefti, sum eru ætlað…

Les meira
04.03.2024

Kambodja evnið á næsta Holocaustdegi.

Les meira
29.02.2024

Starv sum námsráðgevi í føroyskum á yrkis- og…

Les meira
22.02.2024

Forvitnislig bókarøð, ið er ætlað til undirvísing…

Les meira