Søkt verður eftir framskygdum deildarleiðara til Nám

Menningardeildin hevur til endamáls at virka fyri námsfrøðiligari og fakligari menning í skúlaverkinum. Uppgávurnar á deildini fevna m.a. um útgávur, bókasavn, skeið, ráðgeving og námsætlanir.
Um starvið
Arbeiðsuppgávurnar hjá deildarleiðaranum fevna m.a. um at:
hava dagligu leiðsluna av starvsfólkunum á deildini
virka fyri góðum samstarvi ímillum virkisøkini á deildini
tryggja fakliga støðið í arbeiðinum á deildini
menna og skipa góðar arbeiðsgongdir og samstørv
seta greið og ítøkilig mál fyri virksemið í deildini
tryggja, at sett mál verða avgreidd eftir ætlan
tryggja fíggjarligt skynsemi í øllum verkætlanum
virka fyri, at virksemið á deildini er samsvarandi námsfrøðiligum rákum og gransking, bæði í Føroyum og í londunum kring okkum.
Førleikakrøv
Dentur verður lagdur á at finna ein kveikjandi og álitsvekjandi persón við góðum samstarvsevnum.
Væntað verður, at deildarleiðarin hevur:
viðkomandi útbúgving og prógv frá hægri lærustovni
kunnleika um viðkomandi regluverk og faklig krøv
hollan kunnleika um didaktikk í undirvísing, útgávum og ráðgeving
holla vitan um námsfrøðilig rák í grannalondunum og hegni at meta um, hvat gagnar føroyska skúlaverkinum
kunnleika um skipanir, ið stuðla góðum fyristingar- og arbeiðsgongdum
góðar samskiftisførleikar
góðan málførleika, serliga í føroyskum, men eisini í skandinaviskum og enskum.
Tað er ein fyrimunur at hava viðkomandi partar av útbúgving í leiðslu og/ella leiðsluroyndir.
Deildarleiðarin skal hava evni og áræði at ganga undan. Hann skal megna at fremja sjónliga leiðslu, og tryggja at arbeiðið á deildini verður skipað á dygdargóðan hátt. Harumframt skal deildarleiðarin virka fyri góðum samstarvi og vitanardeiling ímillum starvfelagar og aðrar starvsbólkar.
Deildarleiðarin arbeiðir í tøttum samstarvi við stjóran og er partur av leiðslutoyminum.
Setanarviðurskifti
Deildarleiðarin vísir til stjóran í Námi, og setanartreytir eru sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið. Deildarleiðarin skal tola møguligar broytingar í bygnaði og innihaldi í starvinum.
Umsóknir og samband
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Gaard, stjóra, á tel. 555 150 ella við telduposti á eydun@nam.fo.
Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 31. mai 2026 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo.
Nám er fyristingar- og tænastustovnur undir Mentamálaráðnum. Høvuðsvirkisøkini eru útvegan av undirvísingarmiðlum, ráðgeving, skeiðsvirksemi og skipan av próvtøkum í skúlaverkinum. Í Námi eru 35 starvsfólk.









