Námsfrøðiligur ráðgevi til dagstovnaøkið

Talan er um tíðaravmarkað starv frá 1. august 2026 til 31. juli 2029 við møguleika at leingja tvey ár afturat til 31. juli 2031. Setanarbrotið er 75% av fullum starvi.
Arbeiðsøkið
Arbeiðið fevnir um at savna, menna og miðla fakliga vitan, gransking og royndir úr praksis og at menna fakligar karmar og amboð, sum kommunurnar kunnu brúka í sínum dagliga arbeiði. Dentur verður lagdur á samstarv, fakliga vegleiðing og samskipan.
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.:
Yvirskipað námsfrøðilig vegleiðing
at vera við til at menna og miðla felags fakligar karmar, leiðreglur og metingaramboð til arbeiðið á dagstovnaøkinum á kommunalum stigi og á landsstigi
at miðla fakligan kunnleika og gransking innan dagstovnaøkið
Felags faklig dygd
at vera við til at menna leiðreglur og fakligar fyrimyndir fyri góða námsfrøðiliga praksis á dagstovnum, m.a. innan spæl og læring, samskifti, málmenning, trivnað og sosiala menning
Fakligt tilfar og menningaramboð
at vera við til at menna og miðla námsfrøðiligt tilfar, amboð og vegleiðingar, grundað á gransking og royndir úr praksis
Samanhangur í skipanini
at vera við til at menna fakligar leiðreglur og tilfar, sum tryggja samanhangandi yvirgongd frá dagstovni til skúla
at stuðla undir fakligan kontinuitet millum dagstovnaøki og skúla.
Harumframt fevnir starvið um:
at samstarva tvørgreinaligt innanhýsis og uttanhýsis
at ráðgeva landsstýrisfólkinum í námsfrøðiligum viðurskiftum á dagstovnaøkinum.
Fakligur profilur
Vit vænta, at umsøkjari hevur:
útbúgving á kandidat- ella masterstigi í námsfrøði, didaktikki ella líknandi. Tað kann vera ein fyrimunur, um viðkomandi harumframt hevur útbúgving sum námsfrøðingur
fakliga vitan og innlit í dagstovnaøkið í Føroyum
royndir við fakligari vegleiðing, menning og ráðgeving
evni til bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í samstarvi.
Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarbrotið er 75% av fullum starvi, møguleiki er tó fyri tillaging upp til fult starv, um fíggjarligu umstøðurnar hjá stovninum loyva hesum.
Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi starv, har tú ert við til at menna dagstovnaøkið. Starvið hevur nógvar skiftandi uppgávur og nógv samskifti. Arbeiðið er á høgum fakligum stigi, og møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning eru góðir.
Umsóknir og samband
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Gaard, stjóra, á tel. 555 150 ella við telduposti á eydun@nam.fo.
Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 24. mai 2026 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo.
Nám er fyristingar- og tænastustovnur undir Mentamálaráðnum. Høvuðsvirkisøkini eru útvegan av undirvísingarmiðlum, ráðgeving, skeiðsvirksemi og skipan av próvtøkum í skúlaverkinum. Í Námi eru 35 starvsfólk.










