Nú er tíð at seta lit á fólkaskúlan

Stutt fyri jól kom skriv við støðislýsing og tilmæli frá arbeiðsbólki, sum hevur arbeitt við at kanna umstøðurnar hjá praktisku og estetisku lærugreinunum í fólkaskúlanum. Arbeiðsbólkurin, sum var mannaður við lærarum við drúgvum royndum á praktiska og estetiska lærugreinaøkinum, hevur í arbeiðnum víst á veruligar royndir, ítøkilig dømi og tikið støði í fakligum eygleiðingum, sum vísa seg í verki. Hesar royndirnar saman við gransking og eini greiðari fatan av, hvat skal til fyri at lyfta økið, er grundarlagið undir støðulýsingini, tilmælunum og uppskotinum um nýggjan leist.
- Tilmælini eru ikki eitt ynski – tvørturímóti er hetta neyðug átøk, um vit vilja hava ein fólkaskúla, sum veruliga lyftir tey børn, vit siga okkum arbeiða fyri. Vit tosa um at menna sjálvstøðugar, skapandi og kritiskt hugsandi borgarar. Men veruleikin er, at lærugreinarnar eru so niðurraðfestar og óskipaðar, at hetta hevur avleiðing fyri fakligu dygdina, trivnað og førleikar hjá næmingunum. Hetta er hvørki í tráð við fólkaskúlalógina, námsætlanina ella tað, vit sum samfelag siga okkum vilja raðfesta. Tað ávirkar somuleiðis møguleikan at varðveita ein týdningarmiklan part av okkara mentanarliga arvi og samleika og ikki minst okkara arbeiðsmegi á handverksøkinum í framtíðini, sigur Henny Dánialsdóttir, ráðgevi í handaverki og list og samskipari av arbeiðnum við støðislýsingini.
Altjóða gransking vísir harafturat á týdningin av praktisku og estetisku lærugreinunum:
- skapandi læring styrkir bæði kognitiva og kritiska hugsan
- mennir hugflog og handaligar førleikar
- økir um trivnað og arbeiðslag
- gevur betri sjálvsálit og sjálvsmynd o.s.fr.
Okkara grannalond hava lurtað eftir granskingini á økinum, tey hava hugsað nýtt og styrkt og ment fakøkið við góðum úrslitum. At raðfesta økið er sostatt ikki eitt luksus – men ein fortreyt fyri einum nútímans, inkluderandi og livandi fólkaskúla. Arbeiðsskjalið inniheldur støðulýsing, tilmæli og uppskot til, hvussu arbeiðið við at lyfta lærugreinaøkið sum heild kann skipast og er sostatt klárt at taka í nýtslu.












