Ritstjóri til Nám

Starvið er fulltíðarstarv og verður sett 1. novembur 2026 ella skjótast gjørligt.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um at:
- gera tilmæli til føroyskar útgávur við støði í gransking og rákum innan útgávuvirksemi í Føroyum og í londunum kring okkum
- leiða útgávuverkætlanir til føroyska skúlaverkið. Talan er bæði um pappírsútgávur og talgilt tilfar
- ritstjórna og greiða tilfar til útgávu
- rættlesa og vegleiða høvundar og týðarar
- samstarva og samskifta við viðkomandi samstarvspartar, bæði innanhýsis og uttanhýsis, herundir ráðgeva í viðkomandi undirvísingarligum og fyrisitingarligum spurningum.
Broytingar kunnu verða gjørdar í arbeiðsuppgávunum.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava útbúgving frá hægri lærustovni á BA- ella MA-stigi ella samsvarandi, umframt undirvísingarroyndir frá fólkaskúla ella miðnámi. Harumframt vænta vit, at umsøkjarar hava:
- áhuga fyri didaktikki og fakligari og námsfrøðiligari menning
- góð samstarvsevni og góðar samskiftisførleikar
- sera góðan málførleika í føroyskum og góðan málførleika í donskum og enskum
- góðan kunnleika um kt og talgildar loysnir innan undirvísingartilfar.
Skeið ella starvsroyndir við verkætlanarleiðslu kunnu vera ein fyrimunur.
Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Umsóknir og samband
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sólvá Jónsdóttur, deildarleiðara, á tel. 555 158 ella við telduposti á solva@nam.fo. Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 13. septembur 2026 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo.
Nám er fyristingar- og tænastustovnur undir Mentamálaráðnum. Høvuðsvirkisøkini eru útvegan av undirvísingarmiðlum, ráðgeving, skeiðsvirksemi og skipan av próvtøkum í skúlaverkinum.









