Próvtøkufyrisitari til Nám

Starvið er fulltíðarstarv og verður sett 1. novembur 2026 ella skjótast gjørligt.
Arbeiðsuppgávur
Saman við avvarðandi samstarvspørtum skal viðkomandi tryggja, at próvtøkur verða fyrireikaðar, fyriskipaðar, hildnar og próvdømdar sambært galdandi reglum.
Talan er um at samskipa og fyrireika próvtøkur og at arbeiða í próvtøkuskipanini WISEflow og øðrum fyrisitingarskipanum.
Broytingar kunnu verða gjørdar í arbeiðsuppgávunum.
Førleikakrøv
Vit leita eftir nærløgdum og álítandi persóni við skrivstovuútbúgving ella samsvarandi.
Harumframt vænta vit, at umsøkjarar hava:
- góðan telduførleika (Office 365, Adobe forritini, WISEflow o.a.)
- gott eyga fyri smálutum men eisini gott yvirlit
- førleika at arbeiða sjálvstøðugt, skipað og ábyrgdarfult, eisini undir tíðartrýsti
- góð samstarvsevni og góðar samskiftisførleikar
- møguleika at taka eyka tøk, tá tørvur er á tí.
Starvsroyndir í føroyska skúlaverkinum kunnu vera ein fyrimunur.
Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Umsóknir og samband
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hannu Ziskason Hansen, deildarleiðara, á tel. 555 110 ella við telduposti á hanna@provstovan.fo. Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 13. septembur 2026 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo
Nám er fyristingar- og tænastustovnur undir Mentamálaráðnum. Høvuðsvirkisøkini eru útvegan av undirvísingarmiðlum, ráðgeving, skeiðsvirksemi og skipan av próvtøkum í skúlaverkinum.









