Skip to main content

Útgávutiltak: Samfelagsfrøði á miðnámi í hálva øld

22.08.2023

Útgávutiltak verður á Námi fríggjadagin 25. august 14:00 í sambandi við at “Føroysk samfelagsfrøði - B-stig” er komin út. Hendan bók er enn ein liður í støðugu menningini av samfelagsfrøði sum lærugrein.

Meira um sBókina Føroysk samfelagsfrøði B-stig

Í fjør vóru 50 ár síðani samfelagsfrøði varð sett á stovn sum miðnámslærugrein. Hetta tíðarskeið er hend ein støðug faklig og málslig menning av lærugreinini, ið eisini hevur verið ein av oddafiskunum í menningini av føroyska málinum á miðnámi.

Nú 51 ár eru gingin, finst tilfar til samfelagsfrøði heilt frá 7. fólkaskúlaflokki upp til og við 2. miðnámsflokk. Vónandi verður hildið fram at gera tilfar til 3. miðnámsflokk og yrkisnám.

Føroysk samfelagsfrøði - B-stig er í summar útkomin bæði sum samvirkin bók (sBók), elektronisk bók (eBók) og sum prentbók (pBók). pBókin inniheldur alt kjarnutilfar og ískoytistilfar, men ikki eykatilfar, uppgávur, venjingar og aðrar samvirknar hentleikar. sBókin og eBókin komu út longu 1. juli í ár, men pBókin kom ikki í handlarnar fyrr enn um miðjan august.

sBókin er at finna á samfelagsfrodi-b.sbok.nam.fo – og krevur hald. Fram til útgávutiltakið er eitt kapittul í sBókini tó latið upp fyri almenninginum, og áhoyrarar verða tí bidnir um at hava fartelefon við, so bókin kann roynast í verki.

Harumframt verður kunnað um, at Føroysk samfelagsfrøði - C-stig er munandi dagførd í summar, m.a. sambært ynskjum frá lærarum. Hendan sBók er at finna á samfelagsfrodi.sbok.nam.fo

Skrá:

  • Sigfríður Sólsker, deildarleiðari, bjóðar vælkomin.
  • Samfelagsfrøði á miðnámi í hálva øld: Fyrilestur við støði í minnisgrein hjá Christian Ihlen. Sámal Matras Kristiansen leggur fram og hugleiðir.
  • Føroysk samfelagsfrøði - B-stig: Sámal Matras Kristiansen, ritstjóri, sýnir fram bókina, og gestirnir sleppa at royna seg samvirkið.

Eisini verður felagssangur, kaffi, frukt og kaka.

Meira um sBókina Føroysk samfelagsfrøði B-stig

 

 

Onnur tíðindi

08.07.2025

Nú kanst tú lesa nógv kend og kanska minni kend…

Les meira
04.07.2025

Norðuratlantisk lond savnaðust fyri fyrstu ferð…

Les meira
18.06.2025

Tað hevur manglað leingi, og nú er tað endiliga…

Les meira
12.06.2025

Nám umsitur nú Vitanarfróðu.

Les meira
28.05.2025

Skeiðstilmeldingin er latin upp.

Les meira
22.05.2025

Nú ber til hjá 5. flokkum og eldri at tekna seg…

Les meira
01.05.2025

Undirvísingartilfar til umhvørvisvikuna

Les meira
01.05.2025

Tiltak: Grønar upplivingar fyri alla familjuna í…

Les meira
01.04.2025

Vilt tú hava eitt spennandi og læruríkt…

Les meira
31.03.2025

Í síðstu viku var hátíðarløta í Námi í sambandi…

Les meira