Skip to main content

Tíðarrák á Vísindavøku við Løkin

27.04.2022

Vísindavøkan 2022 verður hildin í Løkshøll í Runavík fríggjadagin tann 23. september. Evnið á Vísindavøkuni í ár verður Tíðarrák.

Tíðindaskriv frá Granskingarráðnum

Fyri gransking hevur tað alstóran týdning at savna og skráseta dátur yvir tíð. Lutir, mátingar, skjøl, myndir, samrøður, upptøkur v.m., ið eru skrásett regluliga og varðveitt, kallast tíðarrøðir. Vísindaligar dátur av tílikum slagi gera tað møguligt hjá granskarum at greina og lýsa tilgongdir, sum hava týdning fyri, hvussu vit skilja fortíð og nútíð og at síggja møgulig rák, ið leiða inn í framtíðina.

Á Vísindavøkuni 2022 verða framløgur, framsýningar og tiltøk, ið á ymsan hátt lýsa týdningin av at kenna fortíðina fyri at skilja nútíð og framtíð. Dømir um gransking, ið byggir á tíðarrøðir, eru: Kanningar av hugburði og atburði hjá 9. floks næmingum, krígsfrásagnir fyrr og nú, kynsleiklutir, málnýtsla, veðurlagsbroytingar, gagnnýtsla av fiskastovnum v.m.

Vit vilja við hesum bjóða flokkum við lærarum at koma til tiltøkini, sum verða skipað inni og uttan fyri Løkshøll á Vísindavøkuni. Tiltøkini á Vísindavøkuni eru serliga ætlað næmingum frá 4. flokki og eldri. Boð um skrá og tilmelding koma seinni.

Lærarar, ið hava hug og møguleika at taka evnir upp í undirvísingini, ið hava tilknýti til evnið á Vísindavøkuni, kunnu fáa íblástur og tilfar frá granskingarstovnum.

Vælkomin á Vísindavøku!

Mynd: Ólavur Frederiksen - Faroeohoto

Mynd: Ólavur Frederiksen - Faroephoto

Onnur tíðindi

09.09.2025

Námsætlanirnar í alisfrøði, evnafrøði, landafrøði…

Les meira
04.09.2025

Skrivlig próvtøka í pappírsformi.

Les meira
20.08.2025

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum fólki til…

Les meira
Lær um Canva for Education á Youtube
18.08.2025

Lærarar og næmingar hava fingið atgongd

 

Les meira
18.07.2025

4. flokkur hevur nú fingið spildurnýggja bók í…

Les meira
18.07.2025

Fýra roknibøkur til forskúla og byrjanardeild

Les meira
14.07.2025

Plakat – Tá ið næmingur úr øðrum landi kemur í…

Les meira
Støddfrøði 9 - Grundbók
14.07.2025

Nú er komið á mál við grundbókunum í…

Les meira
10.07.2025

Dagførdar námsætlanir og leiðbeiningar koma í…

Les meira
08.07.2025

Nú kanst tú lesa nógv kend og kanska minni kend…

Les meira