Skip to main content

Stuttfilmskapping í Námi

07.09.2022

Við 30.000 krónum í vinningi skipar Nám aftur í ár fyri filmskapping fyri hádeild og miðnám um Heimsmálini hjá ST.

Hesa ferð gera næmingarnir sjálvir av, hvat ella hvørji av teim seytjan heimsmálunum, teir viðgera í filminum.

Longdin á lidna filminum skal í mesta lagi vera 7 minuttir, og frásøgumátin er upp til næmingarnar í samráð við læraran.

Til ber at gera filmin sum heimildarfilm, listafilm ella annað slag av filmi, bara hann heldur seg greitt til evnið og endamálið, sum er at lýsa eitt ella fleiri heimsmál, sum lýst av ST.

Tala í filminum skal vera á føroyskum, og tað kann vera ein fyrimunur at skriva undirtekst.

Allir næmingar í hádeild og miðnámi í landinum kunnu melda seg til filmskappingina hjá Námi.

Mælt verður til, at flokkurin arbeiðir saman. Hetta kann til dømis vera ein verkætlanaruppgáva, har filmurin er úrslitið. Lærarin, sum hevur flokkin, skal góðkenna filmin.

Ein dómsnevnd verður sett at meta um innkomnu filmarnar.

Freistin at lata lidna filmin inn er úti á mortansmessu, hin 11. novembur 2022. Týskvøldið 6. desembur 2022 kl 19:00 verður eitt úrval av innkomnu filmunum víst í Havnar Bio. Tá verður vinnarin kunngjørdur.

Onnur tíðindi

11.02.2026

Nú er uppgávubókin til Støddfrøði 9 komin.

Les meira
10.02.2026

Niðurstøðan er greið: Núverandi skipan røkkur ikki…

Les meira
25.01.2026

27. januar er altjóða holocaustdagur, dagurin, har…

Les meira
11.12.2025

Myndatema er ein talgild orðabók á 30 málum við…

Les meira
13.11.2025

Dømi um próvtøkuuppgávur til 9. flokk í donskum og…

Les meira
01.10.2025

Umleið 1300 næmingar á 35 skúlum luttóku í…

Les meira
26.09.2025

Henda bók er ætlað 1. árs-lesandi á Søgu- og…

Les meira
16.09.2025

Ætla tit at luttaka í kappingini?

Les meira
09.09.2025

Námsætlanirnar í alisfrøði, evnafrøði, landafrøði…

Les meira
04.09.2025

Skrivlig próvtøka í pappírsformi.

Les meira